Liðformaðurin hjá KÍ var sum vera man ógvuliga vónbrotin eftir teir 120 fyrstu evropeisku minuttirnar við Djúpumýru.
Jákup Biskopstø Andreasen metti, at KÍ í stórum pørtum hevði gott tamarhald á dystinum, men irðaði seg nógv um, at hansara lið illa fekk vart fyri lettisku deyðbóltunum, ið KÍ í síðsta enda tapti uppá.
Les eisini:
Stórt deyðbóltskriggj við Djúpumýru - púra javnt samanlagt
KÍ er úti eftir heimaósigur
Eisini føldi 23 ára gamli miðvallarin, at eitt mál til heimaliðið lá í luftuni, og at hann føldi, at tað fór at koppa teirra veg, men:
- Tað eru so lítlir marginalar í slíkum dystum, og vit taka ikki av, men verða revsaðir fyri okkara feilir.
Liðformaðurin var, eins og venjari hansara, ónøgdur við dømingina - báðir gjørdu tó greitt, at tapið var egin ábyrgd
Jákup B. Andreasen segði seg eisini vera ónøgdan við nakrar dømingar hjá norðuríska dómaranum - serliga í samband við "bleyt" fríspørk, ið hann gav tætt við KÍ-brotsteigin.
Til seinast segði klaksvíkingurin, at hann var keddur av, at áskoðarnir ikki fingu eina góða uppliving í fyrsta evropeiska heimadystinum, og at eftir eitt sindur av hvíld skal fokus nú aftur rættast á heimligu kappingina.
Hoyr alla samrøðuna omanfyri
Sí myndir frá dystinum
UEFA Europa Conference League
15.07, Við Djúpumýru
KÍ - RFS 2-4 eftir longda leiktíð - 5-6 samanlagt
10' Vitalijs Jagodinskis 0-1
16' Odmar Færø (Árni Frderiksberg) 1-1
24' Darko Lemajic 1-2
27' Emerson Santana 1-3
45 (+2) Deni Pavlovic 2-3
108' Tomislav Saric 2-4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald