Á tíðindafundinum eftir ósigurin hjá KÍ fyri RFS eftir longda leiktíð við Djúpumýru í kvøld, byrjaði høvuðsvenjarin Mikkjal Thomassen við at lýsa kensluna, nú KÍ er úti:
- Hetta er sum at vera í einum svørtum holi. Tað er ógvuliga tungt beint nú, og serliga tí at vit føla, at vit burdu komið víðari. Tað er sjálvdan, at man kennir tað so eftir slíkar dystir - eg haldi ikki, at eg havi upplivað nakað líknandi kenslu eftir slíkar dystir. Tað kennist eisini tungt, at vit ikki megna at liva upp til tær vónir, ið vit hava sett til okkum sjálvar
Løtan tá RFS skorar til 4-2 eftir enn eitt gott innlegg frá liðformanninum Zivkovic
Eftir seinasta bríksl (Myndir: Sverri Egholm)
45-ára gamli venjarin hjá KÍ lýsir heildarmyndina og orsøkina til, at tað ikki koppaði til heimaliðið:
- Vit føla, at spæla ein heilt øðiligan góðan dyst. Í opna spælinum eru vit betri, men vit megna ikki at lukka teirra deyðbóltsstøður, og tað er so einfalt sum tað. Vit royna ymiskar loysnir uppá at verja fyri, við millum annað at hava eina høga linju og at dekka menn heilt tætt. Eisini hava vit hugt eftir nógvum video av júst Saric (tann ið skoraði avgerandi málið. red), og hvussu hann rennir inn til aftaru stong við deyðbóltar, men vit fáa kortini ikki vart fyri tí. Og so mangla vit akkurat at sláa ígjøgnum, tá vit skulu í hinum brotsteignum - vit hava fleiri støður, ið eru líka við og næstan, og í slíkum dystum eru tað lítlir marginalar, ið gerast avgerandi
Tað manglaði í nøkrum førum lítið í hjá Bob Sumareh at av álvara bróta ígjøgnum ella at beina bóltin í lettiska málið (Mynd: Sverri Egholm)
0-1 málið, har Mathias Rosenørn ikki kom væl út, og har KÍ-verjan ikki megnaði at halda sterka Jagodinskis (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ lat í kvøld eins nógv mál inn sum higartil í Betrideildini. Tað eru fýra mál í 15 dystum. Trý komu í samband við deyðbóltar á egnari hálvu - eitt hornaspark og eitt frísparksinnlegg úr hvør sínari síðu. Hitt kom eftir málspark, ið KÍ-verjan ikki megnaði at rudda burtur. Heimaliðið hevði nakrar vandamiklar støður í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini, men tað manglaði tað síðsta - í longdu leiktíðini spældi Kí seg til nakrar góðar málmøguleikar, men málverjin vardi millum annað fyri tríggjar ferðir.
Sí eisini:
Myndir frá dystinum
KÍ sligið út á heimavølli
Vánaligt dómaraavrik - høvdu væl megnað at rokkið nakað longri í kappingini
Mikkjal Thomassen varð útvístur í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini - stutt eftir 2-4 málið. Tað varð venjarin hjá Kí fyri at hava gjørt vart við sína ónøgd við, at lettiska liðið drálaði. Revsingin var beinleiðis reytt kort, og hetta, og dømingina sum heild, fyrihelt Mikkjal Thomassen seg til eftir spurning frá FM1:
- Tað var púra óneyðugt at geva mær hatta reyða kortið. Teir drálaðu nógv, og eg haldi ikki, at eg brúkti meg meira og ógvusligari enn teirra venjari, ið ofta var ónøgdur við ymiskt. Sum heild var eg ónøgdir við dømingina. Hatta var snøgt ikki gott nokk til ein slíkan dyst, og hetta er vánaligasta avrikið, ið eg havi uppliva á hesum støðinum. Tá tað er sagt, so skal tað ongin umbering vera fyri, at vit ikki komu víðari: Tað er bara okkara ábyrgd.
Sí eisini: Jákup Biskopstø Andreasen: -Eg veit ikki hví vit koma í hasar støðurnar
Tá vit spurdu hann um, hví eingin skifting varð gjørd á KÍ-liðnum fyrrenn í longdu leiktíðini, og hvørjar tankar venjaratoymi gjørdi sær so líðandi, so segði Mikkjal Thomassen, at teir settu tað liðið, ið teir føldu gav KÍ besta møguleikana t vinna dystin, og at sum dysturin lá í 2. hálvleiki, so varð mett at best var at bíða - serliga við leikarunum ið vóru allarmest álopssinnaðir. Hetta var millum annað tí, at venjarin merkti, at KÍ hevði gott tamarhald á støðuni, og at leikaranir á vøllinum gjørdu tað væl. Hann sló fast, at hann ikki angraði nakað hesum viðvíkjandi, men at tað kanska fór at broytast eitt sindur, tá man fór at hyggja í afturskin.
Til seinast spurdi Portalurin, um venjarin metti, at KÍ hevði havt góðan møguleika at koma langt í kappingini, og evropeiska tapið hjá KÍ fór at geva meira blóð uppá tonnina til næsta ár, tí seinastu árini hevur KÍ staðið seg væl í evropeiskari kapping og hevur satsað nógv uppá tað:
-Vit eru eitt ógvuliga motiverða lið, so vit hava helst ikki tørv á eyka motivatión, men tað er tað klárt, at vit seta evropesiku dystirnar ógvuliga høgt, og vit vilja ógvuliga gjarna standa okkum heilt væl. Tað gekk so ikki hesuferð, hóast vit fáa eitt gott úrlsti á útivølli og spæla væl í kvøld, men so mugu vit royna aftur næsta ár. Eg meti, at vit høvdu havt ein góðan møguleika í næsta umfari av hesri kappingini - tað hevði til dømis ikki verið nakað Young Boys, ið vit høvdu møtt. Men nú hava vit tørv á, at líka hava frí í nakrar dagar, fáa hetta uppá avstand, og so møta vit innaftur við einum jaligum sinnalagi.
Hetta er fyrstu ferð, at UEFA Europa Conference League er. KÍ og NSÍ fóru út í fyrsta umfari við tapum á heimavølli, eftir at bæði høvdu fingið góð úrslit á útivølli. Hetta er fyrstu ferð síðani 2017, at KÍ ikki kemur víðari minst einaferð í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald