Hondbóltur

U19: Skoraðu 36 mál og vunnu á Íslandi

Føroyska álopsmaskinan er vælsmurd undan HM-endaspælinum. Hetta vísti søguligi dysturin á Eiði í dag.

Óli Mittún gjørdist toppskjútti við 11 málum - íslendingar høvdu trupult við at halda honum (Mynd: Hondbóltssamband Føroyar - Andrei Antal)

Óli Mittún gjørdist toppskjútti við 11 málum - íslendingar høvdu trupult við at halda honum (Mynd: Hondbóltssamband Føroyar - Andrei Antal)

2023-07-22 18:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

31. juli setur U19-manslandsliðið kós móti Kroatia, har ungu føroysku menninir skulu royna seg í HM-endaspælinum. Sum umráðandi fyrireiking spæla Føroyar tveir venjingardystir móti Íslandi hetta vikuskifti - Ísland skal eisini til HM-endaspælið. Tann fyrri var seint seinnapartin á Eiði.

Hetta var søguligur dystur í Høllini á Eiði, ið er beint yvir tjúgu ára gamal, tí tað var fyrsti almenni altjóða dystirnir har.. Byrjanin var tó einki serligt: Ísland gagnnýtti føroysk mistøk, men skjótt kom veruligt glið á føroyska áloppspæl, og íslendingar høvdu serliga trupult við at støðga Óla Mittún. 

Eina løtu vóru føroyingarnir nær við at veruliga fara frá - eisini tí at nakrar góðar verjustøður vóru. Ísland fekk tó hol á aftur seinastu løtuna undan steðginum, meðan nøkur brend føroysk skot vóru.

[object Object]
Rókur Ziskason var eyðýndur - bakspælarin skoraði sjey mál (Mynd: HSF - Andrei Antal)

Munurin var eitt mál áðrenn seinna hálvleik, har Føroyar ongantíð komu afturum. Føroyska liðið skoraði nógv frálík mál. Rókur Ziskason hevði fleri góðar atgerðir, eisn og ísak Vedelsbøl á strikuni. 15-ára gamli Jákup Egholm, ið varð kosin besti vinstri vongur í European Open (U17), kom ógvuliga væl inn. Hann skoraði fýra mál uppá fimm skotroyndir og spældi væl sum 1'ari - álopskendur verjuspælari mitt fyri. 

Eiðismaðurin Leivur Joensen kom eisini væl inn í málið, og Føroyar vunnu við trimum. Ein góð roynd og gott avrik hjá føroyska liðnum, sum klokkan 16 í morgin tekur ímóti Íslandi aftur - í Vestmanna. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

U19 Venjingardystir
Leygardagin 22.07 - Á Eiði
Føroyar - Ísland 36-33 (18-17)

Dystargongdin
5 min. 1-4
10 min. 6-5
15 min. 9-7
20 min. 14-11
25 min. 16-13
30 min. 18-17
35 min. 19-19
40 min. 23-22
45 min. 26-24
50 min. 31-27
55 min. 34-30
60. min. 36-33

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11
Ísak Vedelsbøl 7
Rókur Ziskason 7
Jákup Egholm 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Niklas Gaard 3
Rói Seyer Hjaltason 1

Bjargingar: 
Aleksandar Sasha Lacok 5 (spældi fyrra hálvleik)
Leivur Joensen 9 (spældi seinna hálvleik)

Útvísingar: 
Føroyar 1
Ísland 7

Føroyska liðið skal í august mánaði spæla HM-endaspæl í Kroatia, har Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder