Fótbóltur

U19 spælir seinna venjingardystin í Norðurírlandi í dag

Kl 13 skulu ungu føroysku menninir royna at spæla ein betri dyst enn týskvøldið.

Føroyska byrjunaruppstillingin í dystinum týskvøldið (Mynd: FSF)

Føroyska byrjunaruppstillingin í dystinum týskvøldið (Mynd: FSF)

2019-09-05 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið við monnum spælir í dag seinna venjingardystin móti Norðurírlandi.

Hetta er sum liður í fyrireikingini til EM-undankappingina, sum verður í Danmark frá 12. til 20. november.

Týskvøldið taptu Føroyar 4-0 í fyrra dystinum, ið var í Dungannon. Tá var longu 2-0 eftir eitt stórt korter og 4-0 ein minutt inn í 2. hálvleiki.

Í dag spæla liðini á The Showgrounds í Newry. Fótbóltssambandið boðar frá, at dagføring verður á síni facebook-síðu.

Føroyski hópurin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Peter Bergmann Hansen, OB (Danmark)

Andreas Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Kristian Svabo Eliasen, KÍ

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Leivur F. Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

John Johannesen, KÍ

Nikolei Johannesen, TB

Dánial Suma Poulsen, Holbæk (Danmark)

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Noah Hans Mneney, Víkingur

Gundur E. Petersen, ÍF

Andrass Johansen, B36

Gullbrandur Øregaard, Hinne FK (Norra)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder