Hondbóltur

U19: Tap fyri Turkalandi í tøttum dysti

Føroyar vóru á odda størsta partin av dystinum í Litava, men møguleikin at røkka hálvfinaluni í EM-kappingini er nú farin.

Maria Halsdóttir Weyhe skoraði átta mál og gjørdist føroyskur toppskjútti ímóti Turkalandi í dag - Mynd: Rankinis

Maria Halsdóttir Weyhe skoraði átta mál og gjørdist føroyskur toppskjútti ímóti Turkalandi í dag - Mynd: Rankinis

2019-07-16 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungu føroysku kvinnurnar skuldu í dag reisa seg eftir tapið í fyrsta dystinum í EM-kappingini í Litava. Tað sá eisini gott út tað mesta av tíðini, men at enda var Turkaland stinnari. 

[object Object]
Mynd: Rankinis

Føroyar byrjaðu væl og komu á odda 3-0. Turkaland fekk fyrsta málið eftir seks minuttir og kom væl inn í dystin; eisini tí Føroyar misnýtti nakrar opnar møguleikar næstu løtuna. Álopsspælið hjá Føroyum var tó gott ígjøgnum 1. hálvleik, og verjuparturin eydnaðist størsta partin av hálvleikinum sera væl. Verjan var vælskipað og ágangandi, og tað gingu einaferð næstan 10 minuttir, har Turkaland ikki skoraði. 

[object Object]
(Nógvur fagnaður á føroyska bonkinum í 1. hálvleiki - Mynd:Rankinis)

Munurin í hálvleikinum var trý mál, og Føroyar høvdu eisini verið tað betra liðið. Í byrjanini av 2. hálvleiki fleyt spælið eisini væl, og okkara høvdu hug at økja.  Men so fekk turkiska liðið veruliga hol á, og restina av dystinum hevði føroyska liðið sera ilt við at steðga turkisku leikarunum at skora. Samstundis tók málverjin hjá Turkalandi, dagsins leikari hjá teimum, nógvar bóltar, og nakrar útvísingar hjá Føroyum kostaðu dýrt. 

Turkaland tók leiðsluna fyri fyrstu ferð í 47.minutti, Føroyar svaraðu aftur, og tað leikaði javnt á. Tá fimm minuttir restaðu í, vóru Føroyar á odda, men seinastu minuttirnar varð bólturin blakaður burtur í einum álopi, í einum øðrum brendu Føroyar ein upplagdan møguleika. Næstan allir teir seinastu minuttirnir vórðu leiktir í undirtali, tí Súna K. Hansen fekk tvær útvísingar. Súna var ógvuliga eyðsýnd í gjár; í dag gekk hon á odda í verjupartinum, men honn varð mansvard ella skuggað størsta partin av dystinum, og fekk tí ikki góðar umstøður í álopspartinum.

[object Object]
(Mynd: Rankinis)

Tað eydnaðist tíverri ikki at hála ein sigur heim. Turkaland avgjørdi dystin, og nú kunnu Føroyar ikki koma víðari til hálvfinaluna. Maria Halsdóttir Weyhe var aftur í dag toppskjútti hjá Føroyum, og spælskiparin var eisini vald til dagsins leikara hjá Føroyum. Maria gekk á odda í álopsspartinum við átta málum.  

Seinasti dysturin hja Føroyum í bólkinum er hósdagin ímóti Kosovo.

W19 EHF Championship
16.07, Klaipeda
Føroyar - Turkaland 25-29 (14-11)


Føroysku málskjúttarnir: 
Maria Halsdóttir Weyhe 8 (2)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Marita Mortensen 4
Eva Barba Arge 4
Súna Krossteig Hansen 1
Sólja Bárðadóttir Poulsen 1
Ingunn Kristina Persson 1
Hjørdis Viðstein 1

Bjargingar: Alda av Skarði 6
                 Birita Ryan 3 - tvey brotskøst

Dystargongdin: 
5.min: 2-0
10 min: 4-3
15 min: 7-5
20.min: 10-5
25.min: 11-7
35.min: 17-13
40.min: 18-17
45.min: 18-18
50.min: 22-22
55.min: 24-23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder