Annað

Andrass Joensen nummar 19 í heiminum á Ironman-teini

Andrass var ein av 194, sum kappaðist í Ironman í sínum aldursbólki. Serliga gekst væl hjá føroyinginum at súkkla á sera krevjandi teininum í fjøllunum aftan fyri Nice.

2026-09-24 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Snnudagin 13. Septembur kappaðist Andrass Joensen Andrass Joensen Andrass í IRONMAN 70.3 World Championship í Nice í Fraklandi.

Hann kom á mál sum nr. 19 av 194 í M60–64.

Hetta var eftir 1,9 kilometrar svimjing, 90 kilometrar á súkklu og 21,1 km renning - eitt hálvt marathon.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skrivar, at eftir eina eitt sindur trupla svimjing koyrdi Andrass seg veruliga fram á sera krevjandi súkkluteininum í fjøllunum aftan fyri Nice.

Tá hann fór út á renningina, lá hann á umleið 12. plássi, men so fór ymsikt at gera um seg - serliga hitin

- Hitin gjørdist tó ein stór avbjóðing. Fyrstu 14 km rann Andrass við umleið 4:50 min/km, men tá hitin lá um 28–30 stig, gjørdist seinasti parturin sera tungur. Hann helt tó á allan vegin og kom á mál sum nrummar 19, skrivar sersambandið

- Tað var sera hart, men eg stríddi meg á mál sum nr. 19 av 194, so eg eri sera væl nøgdur, sigur drúgvi maðurin sjálvur.

[object Object]

Tað er sanniliga eitt úrslit at vera errin av. Andrass kappaðist í einum HM-felti við nøkrum av heimsins bestu triatletum í aldursbólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder