Fótbóltur

U19: Tepurt tap í seinastu royndini

Føroyar løgdu seg á odda í 1.hálvleiki, men tvye mál stutt fyri dystin koppaði dystin hinvegin.

Myndin er tikin undan dystinum móti Írlandi leygardagin (Mynd: FSF)

Myndin er tikin undan dystinum móti Írlandi leygardagin (Mynd: FSF)

2018-10-16 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið hjá dreingum hevur júst spælt sín seinasta dyst í EM-undankappingini í Írlandi.

Føroyar taptu 5-0 móti Hollandi og 3-0 fyri írsku vertununum í undanfarnu dystunum. Bosnia-Hersigovina hevði eisini tapt ímóti hálendingum og írum, og mett varð, at hetta var besti møguleikin hjá Føroyum fyri at fáa stig. 

Tað byrjaði eisini væl hjá føroyingunum í Galway. Í 27.minutti legði Hanus Sørensen, ið er uppvaksin í HB og til dagliga spælir í FC Midtjylland, Føroyar á odda. Bóltsnillingurin legði harvið ungu føroysku mennirnar á sigurskós, hóast mótstøðuliðið hevði søkt meira at fyrsu løtuna.

Bosnia-Hersigovina svaraði eisini skjótt aftur; tíggju minuttir eftir leiðslumálið javnaði Ajdin Hasic, og beint fyri hálvleik legði hann Bosnia-Hersigovina á odda við brotssparki. Írar skoraðu tvey brotsspørk ímóti Føroyum leygardagin.

Føroyingar royndu at svara aftur í 2. hálvleiki, men tað endaði 1-2. Hagtølini hjá UEFA vísa eisini, at Bosnia-Hersigovina var meira vandmikið. 5 horna og 16 skotroyndir, harav 6 uppá mál mótvegis 2 hornaspørkum og 6 skotroyndum, harav 3 uppá mál hjá føroyingunum.

Liðið hjá Jógvan Martin Olsen fekk harvið einki stig í hesari undankappingini, men var ikki langt frá í dag.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Írland 2-1 á Holland. Harvið vunnu vertirnir bólkin.

U19 EM Undankapping í Írlandi

16.10.2018, Eamonn Deacy Park - Galway

Føroyar- Bosni Hersigovina 1-2 (1-2)

Føroyska liðið(4-4-1-1): Bárður á Reynatrøð - Sjúrður Pauli Nielsen, Andrias Edmundsson, Óli Eyðssteinson Poulsen, Pætur T. Skipanes - Símun Sólheim('88 Stefan Radosavljevic), Magnus H. Jacobsen (L), Sølvi Sigvardsen('53 Steffan Løkin), Filip í Liða('88 Dann Fróðason) - Lukas Grenaa Giessing('76 Jonn Johannessen) - Hanus Sørensen 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder