Øssur Hansen hevur, saman við hjálparvenjaranum Christian Høgna Jacobsen, tikið tjúgu spælarar út til venjingarlegu í Pinatar í Spania, sum verður í oktober. Hesin túrurin er umráðandi liður í fyrireikingini til sum verður í Kroatia í november.
Tveir venjingardystir eru á skránni í Spania. Føroyska U19-landsliðið við dreingjum spælir mikudagin 11. oktober ímóti Portugal leygardagin og 14. oktober og móti Írlandi, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Niðanfyri er listi yvir teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til "venjingarkappingina" í Spania. Talan er um fleiri spælarar, sum longu gera vart við seg í Betrideildini og annars í serliga 1. deild. B36 er best umboðað við seks spælarum. Ein spælari er, sum til dagliga spælir uttanfyri Føroyar. Thomas Bjørn Miezan skifti í fjør til FCK úr HB.
Hópurin:
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur
Tobias Elmelund Hansen, B36
Marius Allansson Árting, B36
Carl Mikkelsen, B36
Mattias Hellisdal, B36
Rókur Kollsker, B36
Emil Elmelund Hansen, B36
Hanus Højgaard, B68
Svend Danielsen, B68
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Jóhan Josephsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Talan er um spælarar úr 05- og 06-árgangunum.
Kelda: fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald