Annað

U19: Tríggir føroyingar á dreymaliðnum

Nicola Toftegaard var ein av bestu kantnum í kappingini hjá kvinnum, meðan Ilic-brøðurnir, Vuk og Filip, eisini vóru millum bestu spælararnir í NEVZA-kappingini í Føroyum.

2025-10-28 14:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið var NEVZA fýra-landakapping fyri U19-landslið í Føroyum. Hetta er flogbóltskapping fyri lond norðarlaga í Evropa.

Menn og kvinnur úr Danmark, Íslandi og Onglandi vitjaðu. Føroysku kvinnurnar vunnu silvurheiðursmerki, meðan menninir endaðu á 4. plássi.

Sí eisini: U19-kvinnurnar endaðu við silvurheiðursmerkjum

Menninir høvdu tó fleiri umboð á sonevnda Dream Team-liðunum. Ilic-brøðurnir spældu eina so mikið góða kapping á heimavølli, at teir komu við á úrvalsliðið fyri kappingina. 

Vuk Ilic kom á dream team sum miðja hjá monnunum og bróður hansara Filip Ilic kom á dream team sum kantur.

[object Object]
Mynd: Flogbóltssamband Føroya

[object Object] Nicola Toftegaard ger seg til at sláa bóltin í finaluni móti Danmark (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Hjá kvinnunum varð Nicola Toftegaard føroyska umboðini. Hennara avrik á kantunum vóru so mikið sannførandi.

Nicola, Filip og Vuc spæla øll við Mjølni. Øll trý hava spælt við ÍF í barna- og ungdómsárunum.

[object Object]
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder