Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Litava leygardagin.
U20 menninir hava vant dúgliga seinastu tveir mánaðirnar. Teir, ið manna liðið, eru menn í bestu føroysku deildini og tveir garpar, ið eisini vóru á U21-landsliðnum, sum var til HM-endaspælið í Algeria í fjørsummar. Høvuðsvenjari er Mark Lausen-Marcher og hjálparvenjari er Hjalmar Klein Olsen.
Til ber at fylgja U20 landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U20 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.
Skriv frá hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald