Hondbóltur

U20: Føroyar bastu Grikkalandi

Ungu føroysku mennirnir gjørdu bart í Makedonia í dag.

(Mynd: Hsf.fo)

(Mynd: Hsf.fo)

2018-07-21 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdist U20-landsliðið ov stutt í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Makedonia. Føroyar taptu við tveimum móti Litava, men í dag bragdaði móti Grikkalandi.

Tað var tó heldur trilvandi í byrjanuni. Føroyingar fingu fyrsta málið í 7. minutti. Verjan stóð tó stinn, og Føroyar løgdu seg á odda fyri fyrstu ferð eftir 15. minuttir, tá tað gjørdist 4-3. Spælið í álopspartinum fór at koyra betri, og í steðginum var 13-10 til Føroyar.

Grikkar royndu at svara aftur í 2. hálvleiki, men komu ongantíð uppá javnt aftur. Føroyingarnir vóru ágrýtnir og eftir 60 minuttir stóð 27-23 á skránni.

Eitt tap og ein sigur er tað higartil vorið til í Skopje. Í morgin er frídagur; mánadagin bíðar Finnland.

Føroyar - Grikkaland 27-23 (13-10)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder