Fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar við trimum málum á Fraklandi í bólkaspælinum í EM hjá U18 monnum. Í dag hittust árgangirnir aftur í EM-endaspælið - hesaferð vóru tað fraklendingar, sum vunnu við trimum.
(Mynd: Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije)
Harvið fara Føroyar eftir øllum at døma ikki at koma víðari, men stríðið er framvegis har um at gerast ein av bestu trý'arunum, so at Føroyar hava møguleika at koma til EM-endaspælið næsta ár.
Tað leikaði javnt á tað mesta av fyrra hálvleiki, har føroyski vejruparturin leingi hekk væl saman. Óli Mittún gekk á odda í álopinum allan dagin og skoraði heili 13 mál. Nøkur mistøk vóru í hansara álopsspælið, og sum heild vóru heldur nógv føroysk mistøk (11 teknisk mistøk).
Tað gekk tó væl at skora, tá Føroyar komu til møguleikarnir - serliga fyri steðgin. Í hevði Torstein Sivertsen nakrar stórbjargingar, og Aleksandar Lacok kom ógvuliga væl aftur í føroyska máli í 2. hálvleiki.
Hetta var løtan, har Føroyar veruliga komu inn í dystin aftur. Fraklendingar vóru annars við at fara avstað - høvdu økt til +3 áðrenn steðgin og til +5 stutt inn í 2. hálvleik - men føroyingar vildu tað øðrvísi.
Verjan og Sasha saman við flottum álopsspæli gjørdu, at dysturin gjørdist so at siga púra javnur seinasta stóra korterið. Okkara, serliga Óli, funnu Ísak Vedelsbøl á strikuni betri, Helgi Poulsen og Trúgvi Hávardsson skoraðu frek mál, og Jákup Egholm og Niklas Gaard vóru sum heild tryggir av vongplássunum.
Óli Mittún skoraði eitt av sínum tryggu brotskøstum, tá klokkan júst var farin av 55.00. 30-29 og stór frøi á føroysku áskoðarnum. Seinastu løtuna koppaði tað tó til Frakland, ið var stinnari. Óli rakti millum annað yvirleggjaran, og tey bæði lyklastigini fóru til teir í bláum. 34-31 í sum heild spennandi og góðum dysti har føroyingarnir stríddust væl.
(Mynd: Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije)
Føroyar kunnu framvegis enda nummar tvey í bólkinum, men stóri favoritturin í kappingini - Spania - bíðar í seinasta bólkaspælsdystinum leygardagin seinnapartin. Spania vann í dag 40-20 á Sveis Tey bæði stigini móti Sveis frá í gjár kunnu vera nóg mikið at gerast ein av bestu trý'arunum í bólkaspælinum - málúrttøka verður helst týðandi. Hetta sendur ikki Føroyar víðari í stríðnum um steypið, men tað gevur møguleika at kappast víðari um HM-pláss til næsta ár (U21).
U20 EM-endaspæl, 2. umfar í bólkaspælinum
Celje, Slovenia - Hósdagin 11.07
Føroyar – Frakland 31-34 (14-17)
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 4-4
15 min: 6-6
20 min: 9-9
25 min: 12-12
30 min: 14-17
35 min: 15-19
40 min: 19-22
45 min: 23-24
50 min: 27-28
55 min: 29-29
Toppskjútti og dagsins spælari: Óli Mittún (13 mál)
Føroysk mál:
Óli Mittún 13
Ísak Vedelsbøl 5
Helgi Poulsen 3
Trúgvi Hávardsson 3
Niklas Drayton Gaard 3
Jákup Egholm 2
Búi Djurhuus Poulsen 1
Høgni Højsted 1
Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok 11 (38 skot = 28 prosent)
Torstein Sivertsen 3 (11 skot) (16 prosent)
Útvísingar:
Føroyar: 4
Frakland: 7
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald