Spennandi avbjóðing er fyri framman í Slovenia næsta mánaða. Føroyska U20-landsliðið við monnum er komið í ein ógvuliga sterkan bólk: Spania, Fraklandi og Sveis.
Spania er verandi evropa- og heimsmeistari í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í endaspølunum seinastu árini: Petar Cikusa Jelicic, sum spældi nógvar minuttir fyri Barcelona til Final Four síðsta vikuskifti, er partur av árganginum. Hann verður tó møguliga ikki við í Slovenia, tí hann er í OL- bruttohópinum hjá Spania. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania til EM í 2022.
Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar gjørdu bart og vunnu 29-26 á Fraklandi í U18 EM-endaspælinum í 2022. Hesir árgangirnir hava ikki møtt Sveis áður. Vinnarin í bólkinum kemur víðari til meginumfarið - tveir av teimum seks tvey'arunum koma eisini víðari. Samanlagt 24 lond eru við.
Hondbóltssamband Føroya boðar nú frá, at Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U20 EM-endaspælið í Slovenia.
Málverjar:
Aleksandar Lacok, Neistin
Torstein Sivertsen, H71
Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (Danmark)
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Rói Thomsen, H71
Ísak Vedelsbøl, H71
Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof (Svøríki)
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi Djurhuus Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Nakrar broytingar eru í hópinum, í mun til endaspælið í fjør. Torstein Sivertsen, Rói Thomsen, Helgi Poulsen og Høgni Heinason - allir úr H71 - eru tiknir út hesaferð. Torstein var við til EM í 2022 og stóð ógvuliga væl í serliga endaspælinum í ár. Helgi Poulsen hevur verið ógvuliga skaðadarvaður, men hann, Rói og Høgni Heinason spældu sín leiklut í meistaraheitinum hjá H71 júst farna kappingarár.
Annars er talan um eitt ógvuliga spennandi lið. Ársins Stjørnuskot í Burn-deildini varð vestmenningurin Tróndur Johnsson, summir royna seg uttanlands - har Óli Mittún er millum bestu spælararnir í svenskum hondbólti - og strandingurin Búi Djurhuus Poulsen er fluttir upp í bestu donsku deildina. Tveir av profilunum til endaspølini seinastu árini - Aleksandar "Sasha" Lacok og Ísak Vedelsbøl - skifta í summar til svenskan hondbólt.
Málverjuvenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.
Dystarskraín í bólkaspælinum:
Mikudagin 10. juli Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli Spania – Føroyar.
04 og 05-árgangirnir hava staðið seg væl til endaspølini. Í síni fyrsta altjóða kapping, EM 2022 í Montenegro, vunnu Føroyar sun nevnt á millum annað Fraklandi og endaðu á 9. plássi. Í HM-endaspælinum í Kroatia í fjør vóru Føroyar sekundir frá at koma í hálvfinalunar. Tað endaði tó við hjartaskerandi tapi fyri Egyptalandi og at enda einum 8. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald