Annað

U20 HM: Jónas rennur innleiðandi riðilin í kvøld

Hetta er á 200 metrum, og byrjar riðilin, har tveir rennarar koma víðari, umleið klokkan 18.35. Jónas Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss eru í Peru, og skal Eiri renna sum partur av donsku stafettini fríggjakvøldið.

Jónas Gunnleivsson Isaksen til Oyggjaleikirnar í fjør, har kvíkingurin gjørdi vart við seg. Síðani hevur Jónas eisini fingið nógv stór úrslit - serliga EM-gullið. Nú skal hann renna HM á styttri teini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jónas Gunnleivsson Isaksen til Oyggjaleikirnar í fjør, har kvíkingurin gjørdi vart við seg. Síðani hevur Jónas eisini fingið nógv stór úrslit - serliga EM-gullið. Nú skal hann renna HM á styttri teini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-29 10:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eiri Jógvansson Glerfoss og Jónas Isaksen hava seinastu árini gjørt vart við seg í kappingum í Danmark, á Oyggjaleikunum og á altjóða stigi.

Rennararnir úr Bragdinum eru nú í suðuramerikanska landinum Peru har teir skulu kappast í heimsmeistaraskapinum í frælsum ítrótti fyri ung undir 20 ár.

Av tí at Frælsur Ítróttur Føroya ikki hevur altjóða viðurkenning, kappast ungu føroyingarnir fyri Dansk Atletik, og umboða teir alment Danmark.

9. august í fjør gjørdi Jónas Gunnleivsson Isaksen veruliga bart, tá hann gjørdist U20-evropameistari á 400 metra teinum - hetta sum bert 17-ára gamal.

[object Object]
Jónas við Merkinum í hond eftir at EM-gullið er komið í hús. Nú, beint yvir eitt ár seinni, stendur hann til HM 

[object Object]Ítróttarstjørnuskotið í Føroyum í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

Tó er eingin vissa fyri, at ungi føroyingurin kemur víðari í kvøld, tá hann skal renna innleiðandi í Lima. Nú kappast Jóans á 200 metra teinunum, og er kappingin á heimsstigi ógvuliga hørð.

Kvívíkingurin fekk gull á Oyggjaleikunum í fjør á hesum teininum - møguliga við einari tíð á undir 21, men tólið sum tók tíð, riggaði ikki.

Jógvan Kristiansson Glerfoss úr Bragdinum, sum hevur venjari hjá báðum rennarunum, skrivar, at í løtuni liggur Jónas Isaksen nummar 32 av teimum 59 rennarunum á 200 metrum í kappingini. Hetta er útfrá best skrásettu tíðunum í ár.
Besta tíðin hjá Jónasi í ár er 21,14 sekund, men hevur hann fyrr runnið teinin á 21.06.

24 rennarar koma í HM-hálvfinalurnar: Tveir teir bestu úr hvørjum av teimum átta riðlunum, umframt átta afturat við bestu tíðunum. Harvið kann tað fara at gerast ógvuliga tætt hjá føroyinginum, sum hevur verið nakað darvaður av skaða í lærinum í seinastuni.


Eiri  Jógvansson Glerfoss er meira ein sprintari. Hann luttekur á 4x100 m stafettini klokkan 19.05 fríggjadagin. Jónas er eisini partur av 4x100-bruttohópinum.

Til ber at síggja renningina á eurovisionsport.com

[object Object]
Eiri Jógvansson Glerfoss hevur føroyskt met á 100 metrum og OYL-gull á 100 sama teini. Hann eigur millum annað gull í longdarlopi av Oyggjaleikunum og hevur millum annað eisini gjørt vart við seg til DM-kappingar, sum hann skjótt skal til aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder