Hondbóltur

U20-menninir langan ferðadag

Teir fara næstu dagarnar at luttaka í EM-endaspæli í Slovenia.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-07-08 14:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U20-manslandsliðið í hondbólti fór í morgun til Slovenia, har EM-endaspælið byrjar mikudagin.

Teir flúgva París í Fraklandi, har frá til Zagreb í Serbia, har tað síðani verður koyrt við bussi til Celje í Slovenia.

Liðið er frammi seint í kvøld, sigur Hondbóltssambandið.

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.

Innleiðandi dystarskráin sær soleiðis út:
Mikudagin 10. juli kl. 11.00 Føroyar - Sveis
Hósdagin 11. juli kl. 15.40 Frakland - Føroyar
Leygardagin 13. juli kl. 15.30 Spania - Føroyar

Liðið sum er úttikið er hetta:

Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder