Føroyar høvdu tak á Kekkia í morgun. Við einum vælleikandi Aleksandar Lacok í málinum og Óla Mittún í álopinum, vunnu Føroyar 33-28, eftir hálvleiksstøðuna 17-12.
Tað vóru kekkar, sum byrjaðu dystin betri. Teir høvdu stórar spælarar og legði kekkiska spælið upp til skot útifrá. Hetta riggaði at byrja við, men so spakuliga byrjaði Sasha Lacok, í føroyska málinum, at pilka kekkisku skjúttarnar niður. Sasha stóð ein frálíkan fyrra hálvleik, har hann tók 44% av skotunum. Føroyar spældu við 7 móti 6 størsta partin av fyrra hálvleiki og riggaði hetta fyri tað mesta væl. Skoringsprosentið hjá Føroyum lá tó heldur lægri í mun til undanfarnu dystirnar í kappingini og vóru bæði langskot, vongskot og skot á strikuni brend. Kekkia var omaná fyrstu 15 minuttirnar, men komu Føroyar á odda um miðjan hálvleik og øktu spakuliga um leiðsluna. Liðini fóru til hálvleiks við 17-12 til Føroyar.
Tað fullu nógvar útvísingar til bæði liðini í byrjanini av seinna hálvleiki. Hetta vóru Føroyar betri til at gera sær dælt av, og øktu okkara um leiðsluna upp í 7 mál. Føroyska verjan stóð samstundis væl saman við Sasha í málinum og tóktiskt dysturin í tryggum hondum. Leiðslan tódnaði tó niður í trý mál stutt fyri dystarlok. Vælleikandi Óli Mittún var hvíldur seinnu helvt av seinna hálvleiki, men koyrdu álopið ikki rættiliga uttan hann, og mátti hann koma innaftur seinastu 5 minuttirnar. Sigurin kom tó ikki veruliga í vanda og øktu Føroyar aftur við Óla á odda. Føroyar vunnu 33-28.
Eins og undanfarna dyst, var málverjin hjá Føroyum, Aleksandar “Sasha” Lacok, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Sasha hevði væl fatur í langskjúttunum hjá Kekkia, og hevði hann eitt bjargingarprosent uppá 36. Føroyar hava við hesum vunnið sítt miðumfar og skulu spæla krossdystin í morgin móti antin Sveis, Grikkaland ella Italia. Allir dystir kunnu stroymast her: handball-globe.tv.
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)
Dystargongdin Føroyar – Kekkia
5 min. 2-4
10 min. 5-5
15. min. 7-7
20 min. 10-8
25 min. 12-9
30 min. 17-12
35 min. 19-14
40 min. 22-16
45 min. 24-17
50 min. 25-20
55 min. 28-25
60 min. 33-28
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 10 (2)
Høgni Heinason 4
Jákup Egholm 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Trúgvi Hávardsson 2
Niklas Gaard 2
Rókur Ziskason 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Tóki Fríðriksson 2
Ísak Vedelsbøl 1
Búi Poulsen 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 56 min., 13 bjargingar, 36%
Torstein Sivertsen 4 min., 1 bjarging, 50%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald