
Føroyska U21-landsliðið hevur spælt ein frálíkan fyrra hálvleik í Reykjavík og er á odda 2-0 í steðginum.
Tað var støðan longu eftir eitt korter.
Í 3. minutti vunnu Føroyar bóltin á egnari hálvu. Áki Samuelsen fekk bóltin í vinstru og fór avstað. Fleiri íslendingar jagstraðu føroyska liðformannin, men vongurin megnaði at finna Mattias Hellisdal. Miðvallarin kom beint inn um brotsteigarlinjuna og sendi bóltin niður í longra málhorn.
Eftir eitt korter skoraði Áki Samuelsen sjálvur. Hetta var eftir stórt mistak í íslendsku verjuni. Ranheim-spælarin fangaði bóltin, fór til stroks og komin inn í brotsteigin var hann í sakaldur.
Føroyska liðið hevur verið ógvuliga vælskipað og hildið Íslandi frá stórum málmøguleikum. So er spurningurin, um tað kann halda eftir steðgin.
Televarpið vísir dystin á R1 - til ber at fylgja við ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald