Fótbóltur

U21: Allir hava fingið afturval

Teir somu ellivu, ið byrjaðu inni í Spania hósdagin, byrja inni í Kasakstan í morgun. Fyrsta bríksl verður klokkan 11.

Petur Knudsen er føroyskur liðformaður og hangandi áleypari í sínum seinasta U21-landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen er føroyskur liðformaður og hangandi áleypari í sínum seinasta U21-landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-17 10:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsti U21-landsdysturin ið fer í gongd í dag, er tann í Shymkent í sunnara parti av Kasakstan. Har hevur føroyska U21-landsliðið hildið til síðani leygardagin, tá komið varð uppá pláss eftir níggju-tímar langan flogtúr úr Spania.

Á Kazhymukan Munaitpasov Stadium er seinasti dystur í hesari undankappingini á skránni, og Føroyar kunnu lyfta seg upp á 5. pláss. Til tað krevst ein sigur, og tað at Montenegro ikki vinnur í Norðurmakedónia.

Les eisini: Ungu knassarnir í eldin í Kasakstan í morgun

Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava sett liðið, og tað verða júst teir somu ellivu, sum byrjaðu í Spania, har tað endaði 2-0, sum byrja inni í dag. Hetta verður seinastu U21-landsdystur hjá Róa Mørk Hentze, Ara Olsen, Daniel Johansen. Jákupi B. Andreasen, Pæturi Petersen og Peturi Knudsen 

Føroyar
 (4-4-1-1): Rói Mørk Hentze - Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen - Pætur Petersen, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing - Petur Knudsen (L) - Jonn Johannesen.

Eykaspælarar: Jákup Nolsøe Olsen, Bárður á Reynatrøð, Ólavur Niclassen, Bjarki Nielsen, Hanus Sørensen, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Hjalti Kárason Djurhuus.

Til ber at stroyma dystin her
Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder