Undankappingin byrjaði við dysti móti Kasakstan, og hon endar við dysti móti Kasakstan.
6. juni í fjør tóku Føroyar ímóti á Svangaskarði. Tað endaði við 3-1 tapi. Málið skoraði Stefan Radosavljevic, sum er føroyskur toppskjútti í undankappingini. Tvøramaðurin hevur skorað trý av teimum átta málunum, ið Føroyar hava fingið - øll málini hjá B36-leikaranum eru skorað á Svangaskarði.
Les eisini: Stefan skorar hvørjaferð á Svangaskarði
Stefan minkaði um munin til 1-2, men tað rakk ikki til stig hjá Føroyum móti Kasakstan (Mynd: Sverri Egholm)
Nógv er hent í heiminum, síðani liðini hittust seinast og eisini á føroyska liðnum. Tað er meira samanspælt, nakrir leikarar eru komnir við, sum ikki vóru við tá, og nýggjur høvuðsvenjari er.
Sámal Erik Hentze hevur staðið á odda teir fimm dystirnar í heyst, ið eru endaðir við tveimum sigrum - á Svangaskarði móti Ísrael og Montenegro - tveimum 2-0 ósigrinum móti Spania og einum 2-1 tapi fyri Norðurmakedónia á Tórsvølli.
Føroyar hildu støðuni 0-0 til miðskeiðis í 2. hálvleiki í Marbella hóskvøldið. Eftir ein flogtúr á níggju tímar kom føroyski hópurin uppá pláss í Shymkent, sum er triðstørsti býurin í Kasakstan, leygardagin. Býurin liggur í sunnara parti av landinum, sum landafrøðiliga liggur í Asia. Kasakstan er kanska mest kent fyri filmspersónin Borat hjá Sacha Baron Cohen, men tað er tað størsta landið í heiminum, ið ikki hevur eitt heimshav á nakrar síðu - samanlagt er Kasakstan nummar níggju í stødd.
Málmansvenjing í Shymkent (Mynd: FSF)
Mynd: FSF
Mynd: FSF
Í løtuni er tað beint yvir frostmarkið í Shymkent. Tíðarmunurin er seks tímar, so føroyingarnir hava líka verið noyddir at vant seg við munin frá Spania.
Liðið vandi í gjár á vøllinum í Kazhymukan Munaitpasov Stadium, sum sambært føroyingum í Kasakstan er betur, enn hann sær út til. Tá liðini ganga út á vøllin har, er klokkan ikki vorðin 11 her í Føroyum, men hon verður næstan 17 í Shymkent.
Hetta verður seinasti landsdystur hjá millum annað Ara Olsen, Daniel Johansen, Ólavi Niclassen, Jákupi B. Andreasen, Pæturi Petersen og Peturi Knudsen. Teir skulu royna at fáa trý stig við heim, og eydnast tað hjá Føroyum, samstundis sum Montenegro ikki vinnur í Norðurmakedónia, so kemur liðið upp á fimta plássið í bólkinum.
Kasakstan er favorittur men ikki so stórur. Ein heimasigur gevur millum 1,75 og 1,80 í oddsi, og ein sigur til Føroyar gevur peningin beint undir fýra ferðir aftur.
Til ber at stroyma dystin her
Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald