
Hann hevur spælt í øllum dystunum í verandi undankapping hjá U21-landsliðnum og er toppskjútti hjá liðnum við trimum málum. Í gjár spældi hann 89 minuttir í sigrinum á Montenegro, og tað var 10'arin hjá Føroyum sum í 29. minutti beindi eitt innlegg frá Adrian Justinussen í málið hjá Montenegro.
Stefan gjørdist matchvinnari, og harvið hevur hann nú skorað trý mál í undankappingini. Øll málini hjá 20-ára gamla leikaranum eru komin á Svangaskarði. Føroyar hava spælt tríggjar dystir á leikvøllinum á Toftum í undankappigini, og Stefan hevur skorað í øllum: Til 1-2 í 3-1 ósigrinum fyri Aserbadjan í gjár, til 2-1 í sigrinum á Ísrael í farna mánaði, og so í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald