Fótbóltur

U21: Brotsspørk og reyð kort kostaðu í Kroatia

Føroyar spældu tó ein flottan landsdyst í Zagreb, har spenningur var í dystinum so at siga alla tíðina. Beinir Nolsøe skoraði føroyska málið í sínum fyrsta U21-landsdysti - hann endaði 2-1.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2024-09-05 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru heilt fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki, har Føroyar ikki høvdu bóltin so nógv men annars høvdu so at siga fult tamarhald á støðuni.

Kroatisku favorittarnir skuldu gera nógv fyri at skapa líkinda støður, og tí var tað ógvuliga keðiligt, tá Kroatia stutt fyri steðgin fekk brotsspark: Eitt av teimum tunnu, har dómarin metti, at Elias Rusborg gjørdi nóg mikið til at heimaliðið fekk frítt skot úr ellivu metrum.

Hetta umsetti heimaliðið til mál. Tað var annars júst Elias, sum hevði størsta føroyska møguleikan fyri steðgin, tá Hvidovre-miðvejrin stútaði mitt á málverjan eftir hornaspark frá Poul Kallsberg.

Føroyar høvdu tíggju skotroynir í dystinum, og tað hevði als ikki verið óuppiborið, um tað eydnaðist at javna til 1-1. Sum seinni hálvleikur leið, sá meira og meira fjáltur út til at koma á Ivica Olic, Niko Kranjcar og teirra menn.

Menninir hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen skaptu fleiri vandastøðir - millum annað við deyðbóltum. Jørgen Nielsen var ógvuliga nær við at prika bóltin í netið eftir langt innkast, sum Noah Mneney longdi. Heini Fossdalsá Sørensen var eyðsýndur, og vælspælandi Ási Dam og Olaf Bárðarson høvdu eisini naskar skotroyndir í og kring brotsteign, sum kroatiski málverjin tó bjargaði væl.

Tað var ein kontrastøða og síðani eitt brotsspark afturat, sum kostaðu dýrt og á ein hátt bjargaðu kroatum. Í kontraálopið tapti Gullbrandur Øregaard tvídystin, og sum aftasti maður helt hann nóg mikið/hevði kontakt við beini á kroatanum beint uttanfyri føroyska brotsteigin: Reytt kort til sterka føroyingin.

Hetta var í 74. minutti. Føroyar noyddist at verja meira aftur nú í undirtali, og eftir 88 minuttir varð aftur brotsspark dømt móti Eliasi Rusborg, sum kanska helt ov nógv í áleyparanum. 

2-0, men føroyska liðið helt fram at stríðast, og tað eyndaðist at minka um munin í yvirtíðini. Innskifti Bergur Poulsen fann ein anann innskiftara við góðum innleggi úr høgru. Í sínum fyrsta U21-landsdysti skoraði NSÍ-miðvallarin Beinir Nolsøe við snildum stútara. 

[object Object]Beinir Nolsøe og Noah Mneney - dagsins málskjútti og dagsins liðformaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar fingu eina støðu afturat, men tað endaði 2-1. Eitt flott føroyskt avrik, sum tíverri ikki gav stig. Næsta uppgáva verður móti Grikkalandi við Djúpumýru týsdagin 10. september.

Undankapping til EM hjá 2025 - bólkur G
7. umfar, hósdagin 05.09 (Zagreb)
Kroatia - Føroyar 2-1 (0-1)
39' br. 1-0
89' br. 2-0
90 (+3)' Beinir Nolsøe (Bergur Poulsen) 2-1 

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Elias Rusborg, Børge Petersen, Gullbrandur Øregaard, Martin Agnarsson - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Heini Fossdalsá Sørensen, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Gutti Dahl-Olsen, Bergur Poulsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Leivur Fossdal Guttesen og Beinir Nolsøe

Reytt kort: Gullbrandur í Horni Øregaard (74') - beinleiðis reytt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder