Fótbóltur

U21: Danmark til reiðar til EM eftir sigur á Føroyum

Tíðarskeiðið rundanum hálvleikin kostaði føroyingunum, ið avrikaðu væl frammanfyri frálíkum føroyskum áskoðarum í Aalborg.

Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum í Aalborg í kvøld
(Mynd: FSF)

Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum í Aalborg í kvøld (Mynd: FSF)

2018-10-16 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til eina áhugaverda uppgerð ímillum føroyingar og danir í Aalborg, tá U21-liðini hjá londunum hittust. Talan var um eina avgerandi dyst fyri Danmark, tí fekk liðið hjá Niels Frederiksen trý stig, var EM-plássið tryggjað.

Tað mesta av 1. hálvleiki eydnaðist tað hjá føroyska liðnum at gera tað trupult og frustrerandi fyri danir. Heimaliðið kom ikki til upplagdar málmøguleikar og fingu ikki sett ferð á spælið. Føroyska liðið stóð sera kompakt og var væl skipað. Tað eydnaðist eisini væl at draga leikferðina niður, við m.a at taka sær góða tíð við innkøstunum, málspørkum og við at vinna sær fríspørk.

Stutt fyri hálvleik eydnaðist dønum at koma nærri við ágangandi spæli. Føroyingar høvdu annars ikki verið undir tungum trýstið, men nú søktu danir veruliga at, og í yvirtíðini bleiv tað 1-0. Danmark hevði havt fleiri horna frammanundan, ið ikki vóru blivin vandamikil, men hesaferð fingu føroyingarnir ikki ruddað vekk í tveimum førum, bólturin datt út til Jacob Bruun Larsen, og miðvallarin úr Dortmund setti bóltin væl í longra málhornið. Ein vátur vøttur fyri føroyska liðið, ið hevði spælt ein sera góðan 1. hálvleik.

Danir komu sera væl út til 2. hálvleik og søktu tað næsta málið. Eftir at bólturin rakti stongina eftir eitt hart danskt innlegg, gekk minni ein hálvur minuttir til Mikkel Duelund sló til. Miðvallarin úr Dynamo Kiev vendi væl, og staddur mitt uttanfyri brotsteigin smekkaði hann bóltin niður í málhornið.

Stutt eftir málið raktu danir aftur stongina, men skjótt eftir hetta dovnaði trýstið og dysturin. Føroyingarnir komu til nakrar hálvar støður, men annars koyrdi Danmark bara sigurin heim. Í yvirtíðini kom 3-0 málið tó, og tað var heldur tilvildarligt.

Danmark skal til EM-endaspælið, og tað kemur millum annað av, at Føroyar tvær ferðir hava spælt javnt ímóti Póllandi, ið endaði eitt stig aftanfyri danir. Danmark hevur tvær ferðir vunnið 3-0 á Føroyum; hesaferð var munurin ikki eins stórur sum á Tórsvølli. Føroyar komu við einum góðum og disipineraðum innsatsi í seinasta dystinum í hesri undankappingina, har føroysku áskoðarnir, sum vóru møttir upp í Aalborg eisini eiga stór rós. Teir settu sannliga sín dám á í sínum hornið; talan var um ein “mini-Skansa”. 

Litava vann 2-0 í Finnalandi, og tað hevur tíverri við sær at Føroyar enda aftast í bólkinum. Føroyingar fingu sjey stig í tíggju dystum.

U21 EM Undankapping

16.10.18 – Aalborg Stadium

Danmark – Føroyar 3-0 (1-0)
1-0 45.min Jacob Bruun Larsen
2-0 50.min Mikkel Duelund
3-0 90.min Magnus Christensen

Føroyska liðið (4-3-3):Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclassen, Jóannes K. Danielsen – Betuel Hansen(L)('90 Janus Svabo Samuelsen), Jóannes Bjartalíð(’87 Petur Knudsen), Jákup B. Andreasen – Benjamin Heinesen(’79 Dan í Soylu), Jákup L. Thomsen, Meinhard E. Olsen  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder