
Seinnapartin klokkan 17 skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum í hondbólti.
Hetta fyri stóra avrikið í HM-endaspælinum í Póllandi, har føroysku garparnir vunnu bronsuheiðursmerki.
Stóra stjørnan á liðnum, Óli Mittún, fær her bronsuheiðursmerki um hálsin. Eisini fekk hann heiðurin sum virðismiklasti spælari í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Havnar Hornorkestur spælir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, halda røður, og umboð fyri Hondbóltssambandið og umboð fyri liðið bera heilsanir fram.
Eftir hetta kunnu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum, sum sunnudagin vunnu Føroyum bronsu í HM-kappingini í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald