Føroyska U21-landsliðið hevur 21. mars risastóra uppgávu á skránni í Portugal, tá hol verður sett á seinnu hálvu og seinna árið av undankappingini til EM 2025.
Eyðun Klakstein kunngjørdi fyri løtu síðani hópin, sum hann og Atli Gregersen hava tikið út. Teir allarflestu av teimum tjúgu spæla fast í Betrideildini - fýra spæla uttanlands.
Hópurin:
Málverjar:
Ari í Haraldsstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Verjuspælarar:
Børge Petersen, KÍ
Elias Rusborg, HB
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, HB
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Miðvallarar:
Noah Hans Mneney Bryne (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen Thisted (Danmark)
Jónas Warner, B68
Ejvind Restorff Mouritsen, HB
Kantar og áleyparar:
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Poul Kallsberg, Víkingur
Eyðun Klakstein kunnger her sín hóp (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta líkist nógv tí, sum vit sóu í fjør. Tríggir sentralir spælarar mangla tó: Samuel Johansen Chukwudi og Áki Johannesen eru við at koma fyri seg eftir skaðar, men eru ikki til reiðar at spæla ein slíkan dyst. Jørgen Nielsen hevur leikbann - og er eisini skaddur.
Tann heilt nýggi maðurin í hópinum er HB-miðvallarin Ejvind Restorff Mouritsen. Hann byrjaði inni og skoraði í sigrinum á NSÍ í 1. umfari í gjár og spældi eisini fulla tíð í stórsteypadystinum. 20-ára gamli miðvallarin hevur tikið av sínum møguleika, og nú fær havnarmaðurin seg royndan í landsliðshøpi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald