Týsmorgunin byrjaði føroyska U21-landsliðið sína ferð til Montenegro, har onnur uppgávan í EM-undankappingini er á skránni.
Bæði Føroyar og Montenegro byrjaðu í juni undankappingina við ósigri á heimavølli fyri Kasakstan.
Magnus Holm Jacbsen og Bjarni Petersen hava góð minnir úr Montenegro - her í dystinum móti Kasakstan í juni (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyska liðið vandi í gjár í nógva hitanum í Podgorica. Tað var í júst hesum býnum, at B36 í fjør sló Titograd út úr Europa League við 2-1 sigri. Tá spældi Bjarni Petersen allan dystin, Magnus Holm Jacobsen byrjaði eisini inn, og Hugin Samuelsen kom inn fyri B36. Hesir tríggir eru í føroyska hópinum í Montenegri.
Føroyska liðið hevur fyri løtu síðani vant longur norðuri; í býnum Niksic har dysturin verður leiktur í morgin. Í Niksic eru í løtuni áleið 25 hitastig.
(Mynd: FSF)
Úr Montenegro siga teir, at lagið er gott í hópinum, og at teir gleða seg til uppgávuna í morgin. Eisini verður við spenningi fylgt við í kvøld, tá A-landsliðið spælir á heimavølli móti Svøríki
Hópurin:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Daniel Johansen, HB
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Bjarki C. Nielsen, AB (Upprunaliga: Adrian Justinussen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald