
Eitt av størstu U21-úrslitunum hjá Føroyum, á útivølli í øllum førum, er í kvøld veruleiki.
Ísland var stórfavorittur undan dystinum við millum annað sínum tólv útisetum, men eftir eitt korter var 2-0 til Føroyar.
Í 3. minutti vunnu Føroyar bóltin á egnari hálvu. Áki Samuelsen fekk bóltin í vinstru og fór avstað. Fleiri íslendingar jagstraðu føroyska liðformannin, men vongurin megnaði at finna Mattias Hellisdal við góðari alvering inn móti miðjuni. 19-ára gamli miðvallarin kom beint inn um brotsteigarlinjuna og sendi bóltin væl niður í longra málhorn.
Eftir eitt korter skoraði Áki Samuelsen sjálvur. Hetta var eftir stórt mistak í íslendsku verjuni. Ranheim-spælarin fangaði bóltin, fór til stroks og komin inn í brotsteigin var hann ísakaldur: 0-2
Hetta var avgjørt ein vátur vøttur hjá Íslandi, sum móti 5-4-1 skipanini og sterka arbeiðnum hjá føroyingum, formáddu sær lítið kring brotsteign fyri steðgin.
Meira kroystir eftir steðgin - bar á mál við sterkum avriki
Í 2. hálvleiki var ein onnur mynd. Tað sá út til, at íslendingar høvdu fingið ein ordans uppsang. Trýstið varð størri, og miðverjarnir noyddust ofta at rudda burtur, umframt at Hans Jákup Arngrímsson í størri mun "kom til arbeiðis".
Hetta varð oftast avgreitt ógvuliga væl. Í 62. minutti fekk Ísland tó eitt heppið mál eftir mótálop, sum endaði við at eitt hart innlegg fór í andlitið á Heina Sørensen og síðani í málið.
Ísland trýsti føroyingar í botn í løtum, men fyriuttan ein stútara dygst framvið og eina flotta bjarging hjá Hans Jákupi, kom Ísland ikki nærri. Heldur ikki tá innskifti Jóhan Josephsen varð útvístur í yvirtíðini fyri tvey gul kort - eitt ógvuliga tunt - og dómarin brádliga vildi spæla í 98 minuttir heldur enn 96 minuttir.
Fanttastiskt at síggja: Føroyar hava koppað Íslandi í elsta ungdómsaldursbólkunum (Skíggjamynd)
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason - Áki Samuelsen (L) - Dávid Reynheim ( (55' Dávid Biskopstø Andreasen)
Í trý-mans miðverjuni spældi Ejvind Restorff Mouritsen fyrimyndarliga væl, á heldur óvandum plássi, saman við Inga Arngrímsson og Jákupi Norðoy Vilhelmsen. Virgar Jónsson og Hanus Højgaard borgaðu fyri nógvari megi á vongbakkunum.
Á sentrala miðvøllinum vístu Árni Nóa Atlason og Mattias Hellisdal, hví ávikavist norsk og svensk feløg hava keypt teir. Og á vongplássunum vístu javngomlu uppruna HB'anir, Heini Fossdalsá Sørensen, og Áki Samuelsen, hví teir kundu spæla á FC Midtjylland akademiinum, og hví áhugi er fyri teimum.
Fremsti maður var yngsti maður: 17-ára gamli Dávid Reynheim úr italska stórfelagnum Torino smæddist ikki burtur, og vísti hann - eins og aðrir - stóra renniorku.
Eitt sterkt liðavrik, við góðum einstaklingavrikum, gav úrslit, og sóu fyreikingarnar hjá Ólavi Mikkelsen og toymi út til at hava eydnast væl. Dávid Biskopst Andreasen stríddist eisini manniliga tann hálva tíman, sum hann spældi. Tað gjørdi Jóhan Josephsen eisini sum fremsti maður í tólv minuttir, áðrenn hann heldur hart varð rikin av vølli.
Føroyar hava fult stigatal eftir tvey umfør í EM-undanbólkinum. Liðið spælir aftur í Íslandi mánadagin, 8. september
Meira um flotta úrslitið í Íslandi seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald