20. juni til 2. juli verður HM-endaspælið hjá U21 monnum í Týsklandi og Grikkalandi. Orsøkin til at "Junior HM" hevur tvær vertstjóðir fyri fyrstu ferð síðani 1979, og at tær liggja lutfalsliga langt burtur frá hvørjari aðrari er, at Grikkaland skuldi vera vertur fyri U21 HM í 2021, men kappingin varð avlýst orsakað av koronustøðuni.
Harvið verður Athen ein av teimum fýra vertsbýunum. Berlin, Hannover og Magdeburg eru hinir fýri.
32 lið úr seks heimspørtum luttaka, at tað er í dag klokkan 15.00, at hesi liðini skulu lutast í átta bólkar við fýra liðum í hvørjum. Orsakað av góða avrikinum til EM-endaspælið síðsta summar eru Føroyar styrkismettar í potti 2. Tað sum tá var føroyska U20-landsliðið endaði nummar tíggju í EM-endaspælinum í Portugal.
Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovara høvuðsumfarið (millumumfarið), meðan tvey tey niðaru farai í niðara bólkinum. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan.
Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria, Frakland
Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, Føroyar, Grikkaland, Ísland, Pólland
Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba, Kroatia
Pottur 4: Australia, Angola, Marokko, Libya, Kosta Rica, Saudia Arabia, USA, IHF Trophy vinnarin
Útfrá hesum hava Føroyar erin góðan møguleika. Lutakastið í dag kann stroymast á youtube-rásini hjá IHF
Hondbóltur
U21 HM: Seinnapartin verður lutakast um bólkabýti
Føroyar skulu í summar til HM fyri U21-landslið hjá monnum fyri aðru ferð. Okkara ungu menn eru í næstovasta styrkibólki - lutakastið byrjar klokkan 15 og kann stroymast.
Hákun West av Teigum hevur skorað í sigrinum á Italia í EM-endaspælinum í fjør. Úrslitini har gjørdu, at Føroyar eru í pottinum í dag (Mynd: Harald Bjørgvin)
2023-01-17 13:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald