Føroyska A-landsliðið kom í gjárkvøldið til Marbella í Spania, har venjingarlega er á skránni hesa vikuna. Ein venjingardystur móti Liktinstein er eisini á skránni fríggjadagin klokkan 17. Um eina viku spæla Føroyar venjingardyst í Danmark.
U21-landsliðið er eisini saman, og tað er í samband við ein kappingardyst. Hóskvøldið tekur Portugal ímóti. Talan er um oddaliðið í bólkinum, sum eisini er stórfavorittur til dystin.
Føroyska ferðalagið - við U21-landsliðnum og A-landsliðnum - fór úr Føroyum mánamorgunin. Yngru menninir hava hildið til í Danmark síðani. Teir hava gist tætt við flogvøllin í Kastrup og hava havt tvær venjingar beint við heimavøllin hjá Fremad Amager.
Portalurin var líka framvið í góðveðrinum seinnapartin í gjár. Eyðun Klakstein og Atli Gregersen nýttu fitt av tíð uppá tað taktiska: Serliga tað at standa i verjustøðu og deyðbóltar. Hóskvøldið verður tað ógvuliga umráðandi, at hetta situr.
Venjing á heldur ivasomum graslíksivølli á Amager (Mynd: Agnar Prestá)
Føroyar fara at halda fast í 5-4-1/3-4-3 leikskipanini, sum varð nýtt fýra av teimum fimm undankappingardystunum í fjør. Eyðun Klakstein sigur við Portalin, at tað loysir seg ikki at broyta alt ov nógv, tá liðið er savnað so stutt - heldur verður arbeitt uppaftur gjøllari við skipanini og prinsippunum.
Liðið hevur sjey stig í fimm dystum higartil. Fimm dystir eru eisini í ár. Føroyar mangla nakrar av teimum, ið veruliga gjørdi mun í góðu avrikunum í fjør. Toppskjúttin Jørgen Nielsen er ikki við vegna leikbann - er eisini skaddur. Olaf Bárðarson avgjørdi í Andorra í oktober. Gøtumaðurin er júst komin aftur eftir fótskaða, men fekk eitt afturstig til venjingina í gjár og noyddist at støðga. Hann er ógvuliga ivasamur til dystin.
Áki Johannesen og Samuel Johansen Chukwudi eru eftir í Føroyum. Tað verður mett, at stóru og sterku miðverjarnir ikki eru komnir nóg mikið fyri seg til at spæla slíkan dyst.
Hópurin:
Málverjar:
Ari í Haraldsstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Verjuspælarar:
Børge Petersen, KÍ
Elias Rusborg, HB
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, HB
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Miðvallarar:
Noah Hans Mneney Bryne (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen Thisted (Danmark)
Jónas Warner, B68
Ejvind Restorff Mouritsen, HB
Kantar og áleyparar:
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Poul Kallsberg, Víkingur
Føroyska liðið kemur til Portugal í kvøld og skal í morgin fyrireika seg til dystin í Faro, sum byrjar klokkan 17.30 hóskvøldið.
Støðan í bólkinum - Mynd: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald