Fótbóltur

U21-landsliðið í eldin í Póllandi fríggjadagin

Eins og A-landsliðið, so skulu teir ungu mennirnir hjá Føroyum dystast fríggjadagin.

Jákup L. Thomsen og hinir fyrireika seg nú uppá uppgávuna í Póllandi 
(Mynd: Sverri Egholm)

Jákup L. Thomsen og hinir fyrireika seg nú uppá uppgávuna í Póllandi (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-05 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski hópurin kom til Póllands seinnapartin í gjár, og nú fyrireika ungu mennirnir seg til spenanndi avbjóðingina fríggjadagin.

Pólland er oddalið í bólki 3 í EM-undankappingini. Polakkar hava vunnið fýra dystir og spælt tveir javnar; tann eini javnleikurin kom í Føroyum í november, tá útiliðið javnaði djúpt inn í yvirtíðini, eftir at Føroyar høvdu vent 0-1 til 2-1 móti sterka liðnum.

Føroyingar hava leikt sjey dystir, og hava fimm stig. Fyriuttan heimadystin móti Danmark hava føroyingar bert leikt tættar dystir í hesari undankappingini. 

Tað verður sera torført hjá føroyska liðnum á útivølli móti oddaliðnum, og Pólland er eisini stórfavorittur hjá veddingarfyritøkunum. Føroyski hópurin er tó sterkur, og í fjør víst Føroyar at tað ber væl til at gera tað torført fyri Pólland.

Dysturin verður leiktur í Lubin. Fyrsta bríksl er klokkan 17.00 føroyska tíð.

Føroyski hópurin:

Rói Mørk Hentze, B36
Karstin Hansen, Skála
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclassen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Benjamin Heinesen, B36
Dan í Soylu, HB
Steinbjørn Olsen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn
Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder