Fótbóltur

U21-landsliðið skal í eldin hóskvøldið í Reykjavík

Dysturin móti Íslandi byrjar klokkan 18 og sæst á Rás 1 í Televarpinum.

Áki Samuelsen avgjørdi alt við brotssparkið í yvirtíðini eftir flott føroyskt avrik, serliga seinasta hálva tíman, í 1. umfari (Mynd: FSF)

Áki Samuelsen avgjørdi alt við brotssparkið í yvirtíðini eftir flott føroyskt avrik, serliga seinasta hálva tíman, í 1. umfari (Mynd: FSF)

2025-09-03 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annar dysturin hjá føroyska U21-landsliðnum hjá Føroyum í undankappingini til EM 2027 verður spældur í morgin, hósdagin 4. september. 

Uppgávan í Íslandi verður størri enn tann í Klaksvík í 1. umfari í juni. Hana loystu Føroyar annars væl, tí í sínum fyrsta U21-landsdysti saman, og í fyrsta dystinum við Ólavi Mikkelsen sum venjara, vunnu Føroyar 2-1 á Estlandi.

Ísland hevur nógvar styrkir, og tað verður ein stór avbjóðing á Thrótturleikvøllinum hóskvøldið.

Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Hann kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum.

Til ber eisini at fylgja við beinleiðis dagføringum ovast á Portalinum. Meira um dystin í morgin.

---------------------------------------------------

U21-landsliðið til EM-undandystirnar móti Íslandi og Luksemborg

Málverjar: 
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Verjuspælarar
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Torkil Holm, TB Tvøroyri

Miðvallarspælarar
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

Álopsspælarar
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino (ITA)

2. umfar undankappingini til EM 2027: 
Hósdagin 4. september
18.00: Ísland - Føroyar

3. umfar:
Mánadagin 9. september
Luksemborg - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder