Tað var ikki bara A-landsliðsúttøka mánadagin. Eyðun Klakstein boðaði á tíðindafundinum í FSF-húsinum frá, hvørjir teir 19 eru, sum skulu til Andorra við U21-landsliðnum seinni í mánaðinum.
Hópurin:
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Allir hesir 19 vóru eisini við, tá Føroyar í síðsta mánaða vunnu á Hvítarusslandi, 3-2 á útivølli, og taptu 4-2 fyri Kroatia í Klaksvík.
Signar á Brúnni er tann einasti, ið manglar, í mun til tá. Økslin hjá høgra bakkinum fór úr lið í dystinum móti Kroatia, og Signar hevur ikki spælt síðani. Víkingurin er tó av álvara byrjaður at venja aftur, og sum skilst verður hann møguliga við á túrinum til Andorra.
Føroyar og Andorra spældu 2-2 í fyrsta dystinum í bólkinum. Okkara eru í løtuni nummar trý í tætta bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald