Fótbóltur

U21-landsliðið vann aftur á útivølli

Olaf Bárðarson úr Víkingi skoraði einsamalla málið í Andorra, tá ein hálvur tími var spældur. Sterkt avrik og Føroyar hava nú sjey stig fyri fýra dystir.

Olaf Bárðarson var ísakaldur, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt, og hann kom til vongin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson var ísakaldur, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt, og hann kom til vongin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-17 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum í kvøld høvdu Føroyar spælt tríggjar undirhaldandi dystir í EM-undankappingini við samanlagt 15 málum. Føroyska U21-landsliðið hevði skorað tvey mál í hvørjum dysti men eisini latið í minsta lagi tvey mál inn hvønn dyst.

Dysturin í Andorra í kvøld gjørdist heilt øðrvísi. Tað var veruligt støðufesti í føroyska verjuspælinum, og útiliðið gav ikki nakran veruligan málmøguleika burtur. Føroyaru skaptu heldur ikki nógv, men tað var ikki neyðugt: Liðið hjá Eyðuni Klakstein revsaði Andorra hart eftir høgt trýst í fyrra hálvleiki, og so var 0-1.

Hetta var tá hálvur tími var spældur. Heimaliðið tók stutt málspark, Noah Mneney vann, sum føroyski málverjin gjørdi so ofta í dystinum, bóltin frá mótsstøðuspælara. Hetta var við brotssteigarmarkið, bólturin endaði hjá Jørgeni Nielsen, sum snilt flutti bóltin líka til vinstru, har Olaf Bárðarson var einsamallur. Nummar 11 hjá Føroyum smekkaði bóltin trygt í longra málhornið, og so var fagnaður á teimum í hvítum.

Hetta var fyrsti veruliga málmøguleiki í dystinum, og tað komu ógvuliga fáir afturat. Andorra megnaði sum nevnt so at siga einki móti stinnu og stríðsfúsu føroyingunum, sum spældu við nógvari orku. Føroyar høvdu greitt størsta møguleikan eftir steðgin. Eitt flott mótálop endaði við, at toppskjúttin fekk skot á mitt fyri, men hóast Jørgen var fríur, so vardi málverjin fyri skotinum.

Harvið endaði tað 0-1 í Andorra. Føroyska U21-landsliðið hevur vunnið báðar útidystirnar higartil og fingið stig í trimum av teimum fýra dystunum higartil í undankappingini. Hetta merkir, at Føroyar og Kroatia í løtuni hava sjey stig - kroatar hava tó betri málúrttøku og hava spælt ein dyst færri. Annars er bert Portugal frammanfyri í bólkinum. Næsta uppgáva verður í Grikkalandi 15. november.

[object Object]
Skýggjamynd: Televarpið

EM-undankappingarbólkur G
Týsdagin 17.10
Andorra - Føroyar 0-1 (0-1)
31' Olaf Bárðarson (Jørgen Nielsen) 0-1

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen (92' Bergur Poulsen), Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (82' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.

Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólki G
1. Portugal 12 stig (4 dystir)
2. Kroatia 7 stig (3 dystir)
3. Føroyar 7 stig (4 dystir)
4. Grikkaland 5 stig (4 dystir)
5. Hvítarussland 3 stig (7 dystir)
6. Andorra 3 stig (6 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder