U21-menninir spældu í dag ímóti Armenia, og tað gekk ikki líka væl, sum tá armenar vóru á vitjan í mjørkanum og vindi á Svangaskarði.
Tá vunnu Føroyar 2-0 við tveimum málum frá Jonn Johannesen. Í dag taptu vit 2-0 á útivølli í armenska høvuðsstaðnum, Yerevan.
Tað var eitt skert føroyskt lið sum spældi móti Armenia. Tveymálsskjúttin frá seinasta dysti var ikki við umframt Magnus Holm Jacobsen, Samuelsen Johansen Chukwudi og Lukas Giessing, ið allir vóru eyðsýndir í seinasta dysti, ikki vóru tøkir til hendan dystin.
Eftir lítlan hjálvan tíma í málinum fekk Bárður á Reynatrøð ein stoyt, og mátti av vølli. Hann skal í røntgenkannast í morgin fyri at kanna nøsina og tummilin fyri brot. Fyri hann, kom Bjarki Vitalis Mørk í málið.
Støðan var 1-0 til heimaliðið í hálvleiknum, men armenar hildu á at trýst, og fingu eitt brotsspark fimm minuttir undan leikloki. Eitt brotsspark sum armenar ikki misnýttu, og vunnu dystin 2-0.
Mánadagin skulu U21 leikararnir aftur í eldin, og tá verður tað á heimavølli á Svangaskarði ímóti Fraklandi, sum er sterkasta lið í bólkinum.
Armenia U21 - Føroyar U21 2-0 (1-0)
40’ Narek Grigoryan 1-0
85’ Mikayel Mirzoyan 2-0 (br.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald