Ungu føroysku mennirnir vóru vónbrotnir fríggjakvøldið, eftir at Litava javnaði djúpt inni í yvitíðini við brotssparkið. Tað endaði 2-2 á Tórsvølli, og aftasta liðið í bólkinum fekk harvið eitt stig ímóti føroyingunum. Janvleikurin hevur við sær, at Føroyar hava 7 stig fyri 9 dystir.
Les eisini:
Tungur føroyskur stigamissur
Myndir: Føroyar - Litava
-Líka ergriligt hvørjaferð
-Eyka bitturt
Í kvøld verður talan um eina heilt aðra uppgávu hjá føroyska liðnum. Danmark tekur ímóti í Norðurjútlandi, og sterka danska liðið kann við einum sigri vinna bólkin, og harvið tryggja sær pláss í EM-endaspælinum. Danmark hevur 20 stig, eitt stig fleiri enn Póland sum tekur ímóti Georgia í dag.
Føroyska U21-landsliðið hevur einaferð áður leikt í Aalborg í EM-undankapping. Tað var í 2011, tá Danmark vann 4-0, og fleiri av leikarunum á føroyska liðnum eru í dag fastur partur av liðnum.
Danir vunnu sannførandi 3-0, tá liðini hittust á Tórsvølli í august í fjør, og sigurin kundi saktans verið væl størri. Føroyska liðið hevur tó ment seg síðani hetta, og hevur fingið stig ímóti øllum hinum liðunum í bólkinum.
Tað er ikki nakar stórur realistiskur møguleiki fyri, at føroyingar megna at fáa stig hesaferð. Veddingarfyritøkurnar hava Danmark sum risafavoritt, heimaliðið hevur alt at spæla fyri, og hevur nógvar leikarar í Superliguni, umframt leikarar sum spæla í Bundesliguni og í Champions League, í Belgia, Hollandi, Italia og í Premier League.
Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava tó eitt spennandi lið, ið er til reiðar at geva alt í seinasta dystinum í hesari undankappingini. Hetta er samstundis seinasti undankappingardysturin hjá leikarum úr 1996 og 1997-árgangunum.
Føroyska liðið hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg í Aalborg, og er til reiðar til brakið ímillum "stórabeiggja og lítlabeiggja". Miðverjin Bartal Wardum noyddist út við skaða í lærkrikanum í dystinum fríggjakvøldið, og er ikki tøkur til hendan dystin. Tað er Adrian Justinussen heldur ikki; Jann Benjaminsen úr NSÍ er komin við ístaðin fyri leikararnar úr meistaraliðnum.
Dysturin byrjar klokkan 17. Hann verður vístur í donskum sjónvarpið; á Kanal 5.
Fótbóltur
U21: Ógvuliga torfør uppgáva fyri framman í Aalborg
Føroyska liðið fær av álvara roynt seg í seinasta dystinum í undankappingini. Danir kunnu avgera bólkin og spæla seg til EM.
Danir kundu fegnast á Tórsvølli í fjør. Í dag hittast føroyingar og danir aftur í EM-undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)
2018-10-16 11:32
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald