
Eins og 25. august var í morgun tíðindafundur á Tórsvølli í sambandi við A-landsliðsúttøku og U21-úttøku.
Hjá U21-landsliðsvenjaranum var tað "copy paste": Ólavur Mikkelsen hevur margfaldað sín hóp.
Og tað er helst ikki so løgið, tá sigrar komu í Íslandi og í Luksemborg fyrst í september, og tá allir tjúgu spælararnir eru tøkir aftur.
U21-landsliðið til EM-undandystirnar móti Fraklandi og Sveis
Málverjar:
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Verjuspælarar
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri
Miðvallarspælarar
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Álopsspælarar
Jóhan Josephsen, B68 Toftir *
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino (ITA)
* Tobias Hansen var við ístaðin fyri Jóhan Josephsen (leikbann) í Luksemborg og kom á vøllin
Talan verður um stórar og spennandi uppgávur hjá føroyska oddaliðnum í oktober, tá hægst styrkismetta og næsthægst styrkisemetta liðið í bólkinum koma á vitjan.
4. og 5. umfar í EM-undankappingini:
10. oktober: Føroyar – Frankaríki (á Djúpumýru)
14. oktober: Føroyar - Sveis (á Tórsvølli)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald