Fótbóltur

U21: Samuel er skaddur

Áki Johannesen avloysir HB-miðverjan, sum sambært FSF stríðist við vøddaskaða. U21-landsliðið venur tvær ferðir í Klaksvík í dag, har Andorra vitjar fríggjakvøldið.

Samuel Johansen Chukwudi hevur vunnið fýra útav teimum sjey U21-landsdystunum, sum miðverjin hevur spælt (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Samuel Johansen Chukwudi hevur vunnið fýra útav teimum sjey U21-landsdystunum, sum miðverjin hevur spælt (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2023-06-13 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár hevði U21-landsliðið sína fyrstu venjing undan fyrsta EM-undankappingardystinum, sum verður móti Andorra fríggjakvøldið. Venjingin var í dýrdarveðrið á Tórsvølli. Í dag venja Føroyar við Djúpumýru, har dysturin skal spælast.

Í mun til hópin ið nýggi landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, kunngjørdi mánadagin 5. juni, so var ein broyting. Samuel Johansen Chukwudi fekk í síðstu viku aftur skaðatrupulleikar. Tað er ikki knæðið, sum so at siga hevur darvað sterka miðverjanum í yvir tvey ár. Sambært fsf.fo er talan um vøddaskaða. Samuel var ikki í grannauppgerðini móti B36 leygarkvøldið og noyddist at geva avboð til uppgávuna við U21.

Havnarmaðurin fyllur tjúgu seinni í mánaðinum. Hann spældi longu sín fyrsta U21-landsdyst í september 2020. Tann dystin vunnu Føroyar á Ísrael á Svangaskarði. Samuel var sannførandi, og hann hevur verið við til at fingið trý stig í yvir helminginum av sínum U21-landsdystum (fýra sigrar út av sjey møguligum higartil) Tað er tó langt síðani, hann hevur fingið spælt við. Samuel Chukwudi spældi bert ein dyst í síðstu undankapping vegna skaða støðuna. Tað var í 2-0 sigrinum á Andorra á Svangaskarði í juni í 2021.

[object Object]
Samuel í sínum fyrsta U21-landsdysti. Hetta var gjøgnumbrotsárið hjá unga manninum, ið seinni varð ársins ítróttastjørnuskot. Síðani hevur hann roynt seg uttanlands og fingið fyrstu minuttirnar á A-landsliðnum men tíverri eisini verið nógv skaddur (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Eyðun Klakstein sendi boð eftir Áka Johannesen úr B68 - her til venjingina í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]
Interval-dystir á lítlum øki vóru á skránni síðstu løtuna, og menn stríddust fyri sakini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Í hansara stað er komin 20-ára gamal toftamaður, sum í 2021 var við til fáa javnleik móti Fraklandi og í Serbia og til at vinna á Andorra. Áki Johannesen hevur samanlagt spælt fimm U21-landsdystir. Høgi miðvallarin/miðverjin av Toftum hevur verið nógv skaðadarvaður í ár og var eisini úti eitt tíðarskeið, men kann við m.a sínari kropsligu styrki, luftstyrki og sínum góða hugburði geva liðnum nakað.

Liðið vandi ymiskt taktiskt og deyðbóltar í gjár - í dag eru tvær venjingar í Klaksvík á skránni. Portalurin hevur ymiskt tilfar frá U21-landsliðnum hesa vikuna og verður eisini til dystin við Djúpumýru.

Hann byrjar klokkan 18 fríggjakvøldið, og atgongumerki kunnu keypast her. Fótbóltssamband Føroya boðar eisini frá, at stór upphiting byrjar klokkan 16 heilt tætt við vøllin.

Tøl: Faroe Soccer

Hópurin:

Málverjar: 
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur

Verjuspælarar: 
Áki Johannesen, B68 - Fyri skadda Samuel Johansen Chukwudi
Børge Petersen, KÍ
Signar á Brúnni, Víkingur
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Jákup Vilhelmsen, KÍ

Miðvallarar:
Noah Hans Mneney Bryne (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Heini Fossdalsá Sørensen FC Midtjylland (Danmark)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jónas Warner, B68

Kantar og áleyparar:
Jens Erik Bruhn, TB
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder