
Føroyska U21-landsliðið fer seint seinnapartin í eldin í Lubin í Póllandi. EM-undankappingardysturin móti oddaliðnum í bólkinum verður leiktur á Zaglebia Lubin Stadion
Føroyingarnir hava fyrireika seg væl hesar tríggar dagarnar í suður-vestara parti av Póllandi, og eru nú til reiðar til stóru uppgávuna
Les meira: - Vit eru væl fyri
Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava valt at stilla við hesum liðnum frá byrjan:
Karstin Hansen, Ari Olsen, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Jóannes Kalsø Danielsen - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnussen, Betuel Hansen(L), Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen - Jákup L. Thomsen
(Vit hava sett liðið upp í eina 4-5-1/4-3-3 leikskipan - hetta er ein meting útfrá nøvnunum á teimum fyrstu 11)
Á bonkinum eru: Rói Mørk Hentze, Ólavur Niclassen, Petur Knudsen, Jóannes Bjartalíð, Dan í Soylu, Steinbjørn Olsen og Búi Egilsson.
Póllandi hevur 14 stig fyri seks dystir. Føroyar eru nummar 5 við fimm stigum fyri sjey dystir. Tá liðini leiktu á Tórsvølli í november endaði tað 2-2; tá javnaðu póllendingar langt inni í yvirtíðini.
Dysturin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð. Til ber at fylgja við støðuni á forsíðuni hjá Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald