Fótbóltur

Karstin Hansen: Vit eru væl fyri

Málverjin hjá Føroyum vísir á, at ungu mennirnir noyðast at renna nógv og arbeiða gróthart í Póllandi.

Karstin Hansen, ið sæst við svørtu málmanstroyggjuni nummar 12, skal saman við hinum føroyingum royna at skapa eitt yvirraskilsi í morgin
(Mynd: Sverri Egholm)

Karstin Hansen, ið sæst við svørtu málmanstroyggjuni nummar 12, skal saman við hinum føroyingum royna at skapa eitt yvirraskilsi í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-06 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skulu føroysku U21 dreingirnir dystast móti Póllandi, ið er oddalið í undankappingarbólkinum. Føroyski hópurin kom til landið seinnapartin týsdagin, og heldur nú til í Legnica, har hann nú fyrireikar seg uppá uppgávuna.

Málverjin Karstin Hansen letur væl at, men sigur at tey yvir 20 hitastigini eru eitt slag av avbjóðing. Í fyrireikingunum er mest fokus á, hvussu føroyska liðið skal fáa sítt spæla at koyra:

- Hópurin er væl fyri. Vit hava havt tvær góðar venjingar og tað hevur gingið væl. Her er nokkso heitt, so tað er umráðandi at fáa nóg nógva vesku. Vit fyrireika okkum til dystin uppá sama máta sum altíð; vit snakka eitt sindur um mótstøðuliðið, og so tosa vit meira um hvussu vit skulu spæla og millum annað megna at halda uppá bóltin.

20-ára gamli málverjin hjá Skála vardi málið í 2-2 javnleikinum, tá Pólland vitjaði Tórsvøll í november. Hóast Pólland fekk javnað heilt móti endanum var talan um frálíkt føroyskt avrik. Karstin Hansen vísur á, at tað skal rennast nógv og rætt fyri at fáa eitt gott úrslit móti sterka póllenska liðnum aftur hesaferð:

- Tað sum er mest umráðandi fyri, at vit fáa eitt gott úrslit aftur hesaferð, er at vit vilja renna og arbeiða hart í allar 90 minuttirnar. Vit vita, at teir koma at hava bóltin meira enn vit, og vit koma at renna nógv aftaná. Harvið noyðast vit at vera sterkir í umstillingunum kontra og vóna uppá at fáa mál í slíkum støðum, tí vit hava skjótar og góðar álopsleikarar.

Føroyska liðið liggur nummar fimm(næstaftast) í bólkinum við fimm stigum fyri sjey dystir. Tríggir dystir resta í at verða spældir. Sambært Karstini er ikki nakað ásett mál fyri restin av kappingini:

- Vit hava ikki sett nakað mál, men vit taka ein dyst á gangin. Vit fara inn fyri at vinna hendan dystin í Póllandi, líka sum vit gera til allar dystir.

Føroyar og Pólland spæla í Lubin. Dysturin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð. 

Les eisini: 

U21-landsliðið í eldin í Póllandi fríggjadagin

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder