Fótbóltur

U21 spælir næsta heimadyst í Klaksvík

Leikvøllurin við Djúpumýrar verður karmur um U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Norðurmakedónia.

Umstøðurnar eru góðar við Djúpumýrar (Mynd: Sverri Egholm)

Umstøðurnar eru góðar við Djúpumýrar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-19 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er avgerð tikin um, at U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia verður spældur í Klaksvík.

Síðan 2007, tá Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landsliðið, hevur heimavøllurin verið á Svangaskarði á Toftum, á Ovara vølli í Havn ella á Tórsvølli.

Men nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at næsti heimadysturin, sum er móti Norðurmakedónia hósdagin 7. oktober, skal spælast við Djúpumýru í Klaksvík, har vøllurin nú er góðkendur til altjóða dystir.

Í verandi EM-undankapping hevur føroyska liðið staðið seg avbera væl, og eftir tríggjar dystir hava Føroyar 4 stig, ið eru vunnin við sigri á Armenia og við javnleikinum móti Fraklandi.

Ukraina er fremst í bólkinum við 6 stigum, Frakland og Føroyar hava 4 stig, og á 4. plássi er Armenia við trimum stigum. Á 5. og 6. plássi eru Serbia og Norðurmakedónia við einum stigi í part.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder