
Talan er um tríggir heiðrar, ið UEFA hevur givið út aftur í ár: Georgia vann fyri størstu betringina á Fair Play-økinum, Finnland vann annað árið fyri samlað Fair Play, og Føroyar vunnu annað árið á rað heiður fyri besta atburð hjá áskoðarum millum limalondini hjá UEFA.
Hetta er í samband við landsdystir og altjóða dystir hjá feløgum. Her hevur Skansin harvið átt ein sera stóran leiklut, men allir føroyskir áskoðarar, á heima- og útivølli, seinastu 18 mánðirnar eiga sín part í heiðrinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hugt hevur verið eftir tíðarskeiðinum 1 juli 2018 til 30 juni 2019, og tað er sokallað Fair Play-frágreiðingin hjá UEFA, ið verður gjørd av sendifólkinum hjá evropeisku fótbóltssambgonguni eftir hvønn altjóða dyst á hægsta støði.
UEFA skrivar á heimasíðu sínari, at fótbóltssambondini hjá vinnandi londunum fáa 50.000 evrur, tað eru 373,712 krónur, til at lata feløgum ella átøkum knýttum at "fair play/respect".
Kelda: uefa.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald