
Hvussu eru atkomumøguleikarnir hjá teimum, ið bera brek, til fótbóltsvøllirnar kring landið? Og hvussu kann trivnaðurin við vøllirnar gerast betri?
Í næstum fer UEFA undir at kanna hesi viðurskifti.
Kanningin verður gjørd í øllum 55 limalondunum í evropeisku fótbóltssamgonguni, og fyri Fótbóltssamband Føroya verður uppgávan at fáa so nógv sum tilber at svara einum spurnaskema, ið UEFA hevur gjørt.
Tá innkomna tilfarið er blivið viðgjørt og greinað, fær FSF eina serskilta frágreiðing við føroysku svarunum, sum síðani verður grundarlag fyri at arbeiða víðari við. Svarini, ið koma úr Føroyum, fara at geva okkum innlit í, hvussu fólk, ið bera brek, uppliva fótbóltsumhvørvið í Føroyum, og hvat kann gerast betri, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Øll kunnu taka lut í spurnakanningini – eisini avvarðandi – sum á ein ella annan hátt bera brek.
Spurnakanningin, sum tekur umleið 20 minuttir at svara, kann svarast her. Freistin at svara er hósdagin 29. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald