Fótbóltur

Ukraina svaraði aftur

Skoraði tvær ferðir eftir steðgin móti Slovakia, og bólkurin er púra opin. Eysturríki fekk eisini síni fyrstu EM-stig við 3-1 á Póllandi.

Ukraina er í serstøðu. Fótbólturin er nakað, sum fólkið kann savnast um - og í dag gleðast um (Mynd: EPA)

Ukraina er í serstøðu. Fótbólturin er nakað, sum fólkið kann savnast um - og í dag gleðast um (Mynd: EPA)

2024-06-21 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey lond, sum fyri trimum árum síðani vóru í áttandapartsfinalunum, hava í dag fingið síni fyrstu stig í EM 2024. Eysturríki bjóðaði Fraklandi av í fyrsta umfari, men tað endaði 1-0. Í dag gekk tað móti Póllandi, har seinastu 25 minuttirnir vórðu avgerandi.

Liðini høvdu skorað eitt mál hvør í sambandi við deyðbóltar í 1. hálvleiki, Robert Lewandowski var komin á vøllin, men stjørnuáleyparin fekk ikki meira burturúr enn eitt gult kort. Ístaðin skoraði Cristoph Baumgartner gott mál til 2-1, og royndu Sabitzer og Arnautovic stóðu fyri 3-1 málinum: Fyrrnevndi vann brotsspark, sum síðstnevndi setti trygt í pólska málið.

Pólland hevur so at siga ongan møguleika at koma víðari nú - Eysturríki hevur sett seg í spennandi støðu áðrenn síðsta umfar, har liðið hjá Ralf Ragnick skal spæla móti Niðurlondum. Niðurlond og Frakland spæla beint nú - Mbappé er á bonkinum,

Les eisini:  Ein nøs fyllur nógv í Niðurlondum og Fraklandi

[object Object]
[object Object]
Eysturríkar fegnast í Berlin - stórt reytt menniskjahav til staðar (Myndir: EPA)

[object Object]

Ukraina tapti óvæntað heili 3-0 fyri Rumenia í 1. umfari og kom afturum móti Slovakia seinnapartin. Harvið var trýstið stórt á Rebrov og hansara monnum, tá 2. hálvleikur byrjaði.

Shaparenko og Yaremchuk skoraðu hvør sítt mál eftir steðgin, og harvið fekk Ukraina trý stig í Düsseldorf, har talan var um ein vælleiktan dyst.

[object Object]
Avgerandi málið kom tíggju minuttir fyri leiklok (Mynd: EPA)

[object Object]Mynd: EPA

Hetta merkti nakað serligt fyri spælarar, venjaratoymið og áskoðarar - tað sást. Fyri møguleikarnar at koma víðari merkti hetta ógvuliga nógv. Ukraina hevur Belgia á skránni í næstu viku, og tað er púra opið í bólkinum. Slovakar kunnu irða seg; teir vóru nær við at tryggja sær atgongumerki til fjórðingsfinalurnar.

[object Object]
[object Object]
Belgia kann í morgin gera tað til ein púra javnan bólk (Myndir: portal.fo)

EM 2024 - annað umfar í bólkaspælinum
Fríggjadagin 21. juni
Slovakia - Ukraina 1-2 (1-0)

Bólkur E:
1. Rumenia 3 stig *
2. Ukraina 3 stig
3. Slovakia 3 stig
4. Belgia 0 stig *

Ein dyst færri - spæla í morgin 

Fríggjadagin 21. juni
Pólland - Eysturríki 1-3 (1-1)
20.00: Niðurlond - Frakland 

Bólkur D:
1. Frakland 3 stig *
2. Eysturríki 3 stig
3. Niðurlond 3 stig *
4. Pólland 0 stig

Ein dyst færri - eru júst byrjaðir 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder