Tað byrjaði so væl hjá føroyska liðnum, ið ikki lovaði Ukreina framum fyrstu 12 minuttirnar í Kiev. Eftir hetta gekk tað bara ein vegin, tá heimaliðið vísti styrki, og føroyingar fingu fleiri og fleir trupulleikar í EM-undankappingardystinum.
Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna. Føroyska álopsspælið koyrdi sera væl frá byrjan, og leikararnir vóru tryggir í avslutningunum; líka burtursæð frá brotskasti frá Niklasi Selvig. Hinvegin var tað ov lætt hjá ukrainum at skora. Teir nýttu sín stóra fysik og krossningsspæl sera væl. Eisini fekk heimaliðið nøkur mál uppá brotsskøst og skjótálop.
Sum fyrri hálvleikur leið gjørdist tað tyngri hjá Føroyum at fáa mál, meðan føroyski verjuparturin ikki fekk tað at hanga saman. Ikki fyrrenn í seinastu minuttunum, tá liðið fór fram at dekka (3-2-1), eydnaðist tað at órógva ukreinar eitt sindur. Tað fóru tó ov nógv mál inn í 1. hálvleiki, og føroysku málverjarnir fingu so at siga ikki fatur á nøkrum.
Hetta helt fram í byrjanuni av 2. hálvleiki, og samstundis brendi føroyska liðið alsmant fleiri opnar møguleikar móti einum vælleikandi málverja hjá Ukreina. Tað var tó ikki bara sum so at koma fram til teir, tí sterku ukrainsku leikararnir góvu smærri føroyingunum trupulleikar. Fyrstu smáu tjúgu minuttirnar fingu Føroyar bert trý mál.
Seinastu løtuna slakkaði heimaliðið nakað av og skifti eitt sindur út. Føroyingarnir hildu fram at stríðast væl og royndu at minka um munin. Men grundleggjandi mistøk og nakað av óhepni forðaðu fyri hesum. Eina løtu í 2. hálvleiki spældi verjan seg upp, men samanlagt gekk ikki væl at seðga Onufriyenko og hinum.
Hetta er nakað av tí, sum skal rættast upp fram til leygardagin í Keypmannahavn, har føroyingarnir skulu royna at vera betri við í dystinum. Glottar vóru heilt klárt fyrstu løtuna í álopsspælinum, og ein av føroysku toppskjúttunum, Jónas G. Djurhuus leikti ein góðan dyst. Allir leikararnir fingu nakað av tíð í dag.
EM Undankapping - 3.umfar
Palace of Sport, Kiev
Ukreina - Føroyar 30-19 (17-12)
Føroyska liðið byrjaði á hendan hátt: Nicolas Satchwell, Niclas Selvig, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus (Brandur Halgirsson í verjuni) Peter Krogh, Rói Berg Hansen
Føroysku málskjúttarnir:
Jónas G. Djurhuus 5
Niklas Selvig 5
Kjartan Johansen 4
Peter Krogh 3
Rói Berg Hansen 1
Hans Eli Sigurbjørnsson 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald