Annað

Umfatandi gongulagskapping í Havnardali og Marknagili

Onnur Safari Transport-uttandurakapping 2022 varð hildin um vikuskiftið.

Kári frá Ásbrú við Knút Lützen á baki vann tvær kappingar

Kári frá Ásbrú við Knút Lützen á baki vann tvær kappingar

2022-05-18 09:04 Author image
Innsent
placeholder

Onnur av fýra Safari Transport-uttandura ríðikappingunum í ár var í Havnardali um  vikuskiftið. 

Í vár hevur verið arbeitt dúgliga upp á ríðibreytina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. Felagið er í holt við at fáa breytina víðkaða til at lúka altjóða standard – ovalbreytin verður nú 300 metar, og nýggja skeiðbreytin á umleið 260 metrar verður harumframt partur av heildini. Arbeiðið er komið so mikið væl áleiðis, at kappingarnar verða hildnar á breytini, sum so verður gjørd endaliga liðug seinni í ár.

Kappast var í hesum greinunum:

T1 og T7 – tølt
Hetta eru tøltkappingar, har T1 er hægsti flokkur. Í T1 skal skjótt og spakuligt tølt vísast, umframt tølt við ferðøkingum, har riðið verður skjótt eftir langsíðunum og spakuligt eftir stuttsíðunum.

T7 er ein lættari flokkur, har spakuligt tølt og tølt við valfríari ferð skal vísast.

V1 og V5 – fjórðgongd
Her skulu fýra gonguløg vísast: Fet, trav, tølt og lop. Munurin á flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast.

F1 – fimmgongd
Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at nógv teirra hava fimm gonguløg: Fet, trav, tølt, lop og skeið. Í F1 skulu øll hesi gonguløgini vísast, og skeiðið er stuttligt at síggja, tá tað riggar. Rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á.

Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at skeiðbreytin ikki er liðug enn, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 metrar.

100 m skeið
Henda kappingin fór fram á breytini í Marknagili mikukvøldið, tí har er breytin nóg long til skeiðast kann 100 metrar. 

Annars vóru innleiðandi umførini dýra biðidag, byrjað var klokkan 16 og klokkan gekk ímóti 9 á kvøldi, áðrenn liðugt var. Tíbetur var veðrið gott, heitt kaffi, toast, leskiligar vaflur o.a. var at fáa, so samanumtikið ein fínur dagur.

Leygardagin vóru so finalurnar á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu rossini saman við reiðfólkunum vísa sítt besta. 

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Regin Johannesen og Ósk frá Prestsbakka

V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
Nr. 3 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum 

V5
Nr. 1 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði
Nr. 2 Bjørk Láberg og Verðandi frá Litlu-Tungu
Nr. 3 Margret Rasmussen og Stormur frá Efri–Miðbæ og Elma Laksáfoss og Vestri frá Vestra-Fíflholti

T7
Nr. 1 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði
Nr. 2 Gunnar Grækarisson og Kraftur frá Tindsgarði
Nr. 3 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði

F1
Nr. 1 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 3 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti

100 m skeið
Nr. 1 Beinta Poulsdóttir Debes og Kór frá Norður-Hvammi
Nr. 2 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Orka frá Marknagili

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder