Hondbóltur

Umleið 2.500 atgongumerki verða sett til sølu í morgin

Pláss er fyri beint yvir 3.000 áskoðarum til altjóða hondbóltsdystir við Tjarnir. Væntandi verður skjótt útselt til fyrsta dystin móti Niðurlondum.

Opið hús verður við Tjarnir leygardagin, næsta vikuskifti aftur verða steypafinalurnar í hondbólti spældar har, og mikukvøldið 12. mars tekur føroyska manslandsliðið móti Niðurlondum í týðandi EM-undankappingardysti í nýggju og stóru høllini (Mynd: Articon)

Opið hús verður við Tjarnir leygardagin, næsta vikuskifti aftur verða steypafinalurnar í hondbólti spældar har, og mikukvøldið 12. mars tekur føroyska manslandsliðið móti Niðurlondum í týðandi EM-undankappingardysti í nýggju og stóru høllini (Mynd: Articon)

2025-02-13 17:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tú vilt hava atgongumerki til heimadystir hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, so snýr tað seg um at sita til reiðar, tá latið verður upp fyri sølu.

Soleiðis hevur í øllum førum verið til seinastu heimadystirnar. 

Teir hava verið spældir á Hálsi, og tá hava ikki verið nógv fleiri enn 1.500 pláss tøk til dystirnar.

Nú er talið tvífaldið. Portalurin hevur fingið upplýst, at almenna talið til altjóða hondbóltsdystir við Tjarnir er 3.020.

Her eru nøkur standipláss - umleið 800 - íroknaði. Tey eru eitt sindur bíligari enn hini.

2.500 atgongumerki koma til sølu um nakrar tímar

Í morgin, fríggjadagin 14. februar, klokkan 10 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu. 

Dysturin verður spældur mikudagin 12. mars klokkan 19.

Tað eru umleið 2.500 atgongumerki, ið verða sett til sølu til hendan dystin. Tað upplýsir Hondbóltssambandið fyri Portalinum. Øll koma í morgin. Hini plásini fara millum annað til nevndarlimir í feløgum, dómarar, stuðlar, hjálparfólk o.s.fr.

Tað er ilt at siga, hvussu langa tíð, tað fara at vera atgongumerki tøk, men tað er helst eitt gott hugskot at vera til reiðar við telefon, ella helst teldu, um 10-tíðina um morgin.

Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.

Íselendski hondbóltsmiðilin, handbolti.is, hevur víst áhuga fyri upplatingini í Hoyvík. Eisini tað at eini 700 føroyingar væntast til útidystin móti Niðurlondum, sum verður fýra dagar eftir fyrsta heimadystin við Tjarnir.

Atgongumerkjasølan verður á atgongumerki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder