2022-09-09 13:35
1. deildarfelagið Undrið skal hava nýggjan venjara. Hegga Samuelsen, sum varð settur sum venjari i Undrinum 14. januar í ár, er ikki longur í felagnum.
Hesum boðar Undrið frá í dag.
- Vit skulu nýta høvið at takka Hegga fyri hansara tíð í Undrinum, nógv væntaðu at Undrið ikki fór at megna at halda seg uppi í 1. deild til komandi kappingarár, men Hegga var ongantíð í iva um tað, sigur Undrið.
Nevndin í Undrinum sigur seg ikki hava fleiri viðmerkingar til málið. Arbeitt verður við at finna nýggjan venjara.
Undrið liggur á fjórða plássið í 1. deild við 35 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald