Fótbóltur

Unga HB-liðið vann stórsteypið

KÍ legði seg á odda 1-0, og HB spældi við tíggju monnum í tjúgu minuttir, men tríggir ungir HB'arar skoraðu: Steypavinnararnir revsaðu føroyameistararnir væl í dramatiska 2. hálvleikinum.

HB'arnir fegnast um triðja málið innan eitt korter. Tað var 16-ára gamli áleyparin Dávid Reynheim, sum stóð fyri tí (Mynd: Sverri Egholm)

HB'arnir fegnast um triðja málið innan eitt korter. Tað var 16-ára gamli áleyparin Dávid Reynheim, sum stóð fyri tí (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-02 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórsteypadysturin varspældur á Tórsvølli í kvøld, og tað var vorið sum startskot uppá kappingarárið 2024, tá føroyameistararnir og steypavinnararnir, bæði við nýggjum venjaratoymum og ymiskum spurnarteknum, brustu saman. Fyrru og seinni hálvleikur á Tórsvølli vóru sum dagur og nátt - ella nátt og dagur.

Fyri at siga tað júst sum tað er, so var tað heldur keðiligt fyri steðgin. HB hugsavnaði seg um at verja og fekk lítið spæl at koyra, KÍ hevði bóltin nógv meira og flutti hann nógv runt - tó uttan at skína og skapa heilt nógvar stórar møguleikar. Dysturin, og serliga fyrstu 45 minuttirnir, var nógv merktur av, at tað er tíðliga í mars. Nógv alveringsmistøk vóru, og samanspælið sat ikki heilt á liðnum. Tó var tað nakað betri hjá KÍ.

HB hevði annars stóran møguleika frá byrjan. Tað var fremsti maður Dávid Reynheim, ið fekk ein stútara, sum hann ikki fekk stýrt á málið. Hann er fyri kortum fyltur 16 ár og var ein av seks ungu spælarunum í byrjanaruppstilingini, sum eru uppvaksnir í HB. Afturat hesum vóru 22-ára gamli nýggi maðurin Mathias Voss og nakrir royndir mans við landsliðsroyndum í byrjanaruppstillini. Nýggju útlendsku vengurnir, Mohammed Samba og Emmanuel Doah, skaddi Magnus Holm Jacobsen og Mikkel Dahl vóru ikki við. 

HB (4-1-4-1): Teitur Matras Gestsson (L) - Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási Dam - Heðin Hansen - Leivur Fossdal Guttesen, Hanus Sørensen, Eivinf Restorff Mouritsen, Áki Samuelsen - Dávid Reynheim

Dánjal Reginsson og Samuel Johansen Chukwudi komu á vøllin seint í dystinum

Høvuðsvenjari: Adolfo Sormani

Hjá KÍ sótu Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic, umframt langtíðarskaddu Hallur Hansson og Jonn Johannessen, uttanfyri. Serliga tað at verjukendir spælarar vantaðu, broyttu uppsetanina av liðnum: Jákup Biskopstø Andreasen og René Shaki Joensne mannaðu miðverjna, og smærri og tekniskt sterkir menn vóru á sentrala miðvøllinum í somu leikskipan, sum KÍ nýtti í 2021 og 2022.

KÍ (4-3-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Jóannes Kalsø Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Dan í Soylu, Claes Phillip Kronberg, Mads Boe Mikkelsen - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Pætur Petersen 

Isah Ahmed Latif, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Jóhan Josephsen komu á vøllin seint í dystinum

Høvuðsenjari: Haakon Lunov

[object Object]Hóast HB hevði nakrar royndar spælarar í stórsteypadystinum, so hevði KÍ samanlagt munandi fleiri royndir á liðnum í tapinum (Mynd: Sverri Egholm)

Veruligt lív kom í dystin 

KÍ var nær við nakrar ferðir fyri steðgin: Onkursvegna fekk René Shaki ikki beint innlegg frá lívliga Mads Boe í málið, Pætur Petersen rekti stongina eftir langskot, Árni Frederiksberg fluktaði stutt uppum, og Páll Andrasson Klettskarð var nær við at beina horna frá Árna í málið.

Í 54. minutti bragdaði tað hjá roynda áleyparanum. KÍ byrjaði nógv betri eftir steðgin, og eftir góða sending frá liðskiparanum og góðum innleggi frá Jóannes Kalsø Danielsen vísti nummar 9 sínar dygdir í brotsteignum. 1-0 og nú lá tað av álvara til favorittarnar og føroyameistararnar - HB sá lítið vandamikið út við bóltinum.

Steypavinnararnir stríddist tó væl í verjupartinum, har tað týðiliga sæst, at Adolfo Sormani hevur arbeitt nógv við skipanini. Tað italska sást aftur: HB stóð djúpt og revsaði KÍ: Fyrst var tað við heldur hepnum brotsparki, eftir at bólturin kom í armin á Pæturi Petersen. Áki Samuelsen avgreiddi sjálvur ísakalt. 1-1 og løtu seinni skoraði ein annar U21-spælari eitt dreymamál: Eftir deyðbóltsstøðu hjá HB var KÍ á veg í kontra, men Ási Dam vann bóltin av Árna Frederiksberg, tók eitt trekk og úr stórum 25 metrum sendi vinstri bakkurin síðani bóltin á vakran hátt framvið 07 Vestur-liðfelagnum frá í fjør og heilt upp í málhornið.

Hetta var í 72. minutti - bert tveir minuttir seinni var Ari í Haraldsstovu Petersen komin langt úr KÍ-málinum, René Shaki spældi bóltin heldur spakuliga aftur til hann, og so kom Dávid Reynheim ímillum. 16-ára gamli áleyparin prikaði bóltin framvið málverjanum í atgerðini, og so var 1-3.

[object Object]
René Shaki Joensen spældi leingi væl í miðverjuni, men í uppspæli í 74. minutti. Liggjandi Ási Dam skoraði ógvuliga flott mál til 2-1, sum hann átti heilt sjálvur (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
HB'arnir fegnast eftir enn eitt mál (Myndir: Sverri Egholm)

Ein lítil skelkur ávegis: KÍ hevði tó havt nakrar góðar støður eftir steðgin og kom í yvirtal beint eftir 3-1 málið, tá Leivur Guttesen fekk sítt seinna gula kort. Nakrar minuttir seinni sigldi eitt hart og gott innlegg frá Árna Frederiksberg framvið øllum, og so var trýst á. HB fekk tó staðið ímóti og vann ein søtan sigur á arvafíggindunum.

Hetta var fimtu ferð, at HB vann steypið. Stórsteypið er ikki tað størsta í føroyskum fótbólti, men hesin dysturin kann seta tónan fyri kappingarárið á ymsan hátt. KÍ vísti sumamr góðar taktir, men Haakon Lunov og hansara menn skulu heilt avgjørt arbeiða við ymiskum næstu vikurnar. Í HB-leguni kann man taka tað sum eitt tekin um, at liðið er á rættari kós - ymiskt skal tó leggjast afturat og uppá. Hetta var fyrsti sigur hjá HB á KÍ, í einum dysti sum telur, síðani oktober 2021. 
Bæði liðini byrja í Betrideildini 10. mars.

[object Object]
Teitur Matras Gestsson lyfti Løgmanssteypið á Tórsvølli í november - í dag var tað stórsteypið, sum hálvi klaksvíkingurin lyfti fyrst eftir sigur á KÍ (Mynd: Sverri Egholm) 

Stórsteypadysturin hjá monnum 2024
Tórsvøllur, 02.03
HB - KÍ 3-2 (0-0)
54' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 1-0
60' Áki Samuelsen 1-1
72' Ási Dam 2-1
74' Dávid Reynheim 3-1
82' Árni Frederiksberg 3-2

Reytt kort: Leivur Fossdal Guttesen, HB (75')

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder