Fótbóltur

Ungari nýggjur høvuðsvenjari hjá SuSvim

35 ára gamli ungarin Balasz Sasvari er fýrafaldur ungarskur meistari og hevur millum annað arbeitt sum venjari og arbeitt sum tað í Onglandi.

(Mynd: SuSvim/Suðurrás)

(Mynd: SuSvim/Suðurrás)

2019-11-27 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Susvim boðar frá, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara. Talan er 35 ára gamla ungaran, Balasz Sasvari. 

Við heimasíðuna hjá felagnum sigur nýggi venjarin um seg sjálvan, at hann kemur frá einari svimjifamilju, og at hann sjálvur svam í 18 ár: Frá 6-ára aldri til 24. Har gjørdi hann mest um seg til Open Water kappingar. Sasvari vann fýra ungarsk meistaraheiti og luttók til EM og HM.

Í tíðini sum virkin svimjari tók Balasz Sasvari eina Bachelor sum ítróttalærari og sum svmijilærari og venjari. Hann royndi seg sum hetta í Egyptalandi í eitt ár, og eftir tað flutti Sasvari til Onglands, har hann búði í 9 ár og virkaði sum venjari og bygdi uppá sína útbúgving. 

Blasz Sasvari sigur at soleiðis um skifti til Føroyar og Suðuroyar:

- Aftaná ein langan stegð í Onglandi, helt eg, at eg trongdi til eina broyting, og tí tók eg av hesum sera spennandi tilboði um at venja SuSvim. Eg vóni, at eg fari at megna at fáa SuSvim upp á tað næsta støði!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder