Hóast ein dystardagur er eftir í millumumfarinum bólki 1 er tað eftir dystirnar í dag greitt, at Ungarn og Frakland koma víðari í hálvfinalurnar.
Bólkur 1 í millumumfarinum verður leiktur í Debrecen í Ungarn, og júst ungarsku fjeppararnir seta sín dám á dystirnar. Ungarn vann til endans greitt 37-29 á Rumenia. Hálvleiksstøðan var 20-15 til Ungarn, sum er í fyrstu hálvfinaluni í 12 ár.
Glaðar ungarskar kvinnur aftaná at hálvfinaluplássið varð tryggjað (Mynd: EPA)
Svøríki hevur havt misjøvn úrslit og tí var sigur móti Fraklandi eitt krav. Tað eydnaðist bara ongantíð veruliga at fáa spælið at koyra og sviar gjørdu nógvar villur.
Frakland vann 31-27, men var á odda við seks málum í steðginum, 19-13.
Ungarn og Frakland bresta saman í síðsta dystinum týsdagin tá tað skal avgerast, hvør fær fyrsta og annað plássið í bólkinum.
Úrslit millumumfar bólkur 1
Montenegro - Pólland 30-28 (14-14)
Ungarn - Rumenia 37-29 (20-15)
Svøríki - Frakland 27-31 (13-19)
Dystir í morgin millumumfar bólkur 2
Sveis - Holland kl. 14:30
Norra - Týskland kl. 17:00
Danmark - Slovenia kl. 19:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald