Annað

Ungdómslandsliðið í badminton vann gull, silvur og bronsu í Danmark

Danish Junior Open varð spæld í Farum um vikuskiftið.

2022-05-31 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farna vikuskiftið hevur ein hópur av føroyskum ungdómsspælarum verið til badmintonkappingina Danish Junior Open í Farum. Hetta er afturvendandi kapping, sum Badmintonsambandið í fleiri ár hevur meldað leikarar til, og leikarar úr nógvum londum luttaka.

Flestu føroysku leikararnir luttóku í A bólkinum. Sunnudagin 29. mai vóru finalurnar spældar, og tá dagurin varð av, høvdu føroysku spælararnir í A bólkinum vunnið trý gull, fýra silvur og seks bronsuheiðursmerkir.

Í ár luttók Ranja Joensen í úrvalsbólkinum E í Danish Junior Open. Her er støðið sera høgt, og Ranja tó stóð seg sera væl í øllum dystunum, spældi fleiri trý-settarar og vann onkran dyst.

Allir leikarar spældu góðar og javnar dystir, so Badmintonsambandið fegnast um mongu dugnaligu ungdómsleikararnar, ið vit hava í Føroyum. 

Úrslitini gjørdust hesi:

U17/19 A gentur, einmansleikur: Oddbjørg í Buð Justinussen, bronsu

U17/19 A dreingir, einmansleikur: Asbjørn H. Olsen, bronsu

U17/19 A dreingir, tvímansleikur: Asbjørn H. Olsen og Bjarti Vang, bronsu

U15 A gentur, einmansleikur: Birna Jacobsen, gull, Julianna í Heiðunum, silvur, Elisa Christiansdóttir og Eira Petersen, bronsu 

U15 A dreingir, einmansleikur: Tóki Guttesen, silvur.

U15 A gentur, tvímansleikur: Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum, gull, Eira Petersen og Eyð L. Debess, silvur

U15 A blandaður tvímansleikur: Eyð L. Debess og Aron Rognsøy, gull, Julianna í Heiðunum og Tóki Guttesen, silvur, Birna Jacobsen og Markus Bjarnasson, bronsu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder